ODDAGREIN: Maktstríð og tapt fullveldi

Tað brast ikki í Tinganesi ? hesaferð. Í evstu løtu gjørdi Høgni Hoydal av at eftirlíka kravinum frá løgmanni um at taka aftur uppskotini, hann bar niðan í tingið, meðan løgmaður var uttanlands.

 

Men einki bendir á, at semja kortini er millum flokkrnar ? og eftir situr veljarin og veit hvørki út ella inn. Høgni Hoydal misti andlit, tá hann ikki megnaði at standa móti trýstinum frá løgmanni, sum eisini hevur mist andlit, tí hann ikki megnaði at fáa Høgna Hoydal at taka aftur uppskotini fyri tingfundin. Stutt kann sigast, at samgongan hevur mist trúvirðið ? og kann við tað sama bara siga sum er, at fullveldismálið er dottið á gólvið.

Vit hava fyrr víst á, at Tjóðveldisflokkurin av røttum kann vera vónsvikin av Fólkaflokkinum í fullveldismálinum. Men vit kunnu leggja afturat, at hetta kanska er lagnunnar speisemi, tí Tjóðveldisflokkurin hevði allar møguleikar eftir valið í 1998, men valdi heldur at kasta seg í føvningin á Fólkaflokkinum. Úrslitið er, at Fólkaflokkurin hevur fingið allan sín politikk ígjøgnum, meðan Tjóðveldisflokkurin ongan veg er komin við sínum einasta máli, fullveldismálinum.

Tað er framvegis tann breiða semjan, sum er trupulleikin. Løgmaður hevur tosað um hesa breiðu semju, men hetta tykist bara vera orð. Tjóðveldisflokkurin vil ikki hava eina breiða semju, tí so verður einki fullveldi í hesi syftu. Men Tjóðveldisflokkurin valdi at seta Javnaðarflokkin uttanfyri í 1998. Til valið tá vara tað bara Sambandsflokkurin sum isoleraði seg við afturhaldspolitikkinum. Hann hevur nú kortini førkað seg, men nú tykist, at tað er Tjóðveldisflokkurin, sum isolerar seg við víðgongda politikkinum.

Á fólkafundi á Vaglinum leygardagin, royndi partur av Tjóðveldisflokkinum at leggja sjógv millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Millum víðgongdu røðararnar var eisini mentamálaráðharrin, sum ýldi um vápnaðan uppreistur, um herdeildir í Mjørkadali og herskip í Nólsoyarfirði, sum lógu tilbúgvin, um Høgni Hoydal vann móti løgmanni, og um danskar leigusveinar í Føroyum.

Hvussu leikur fer, fara komandi dagarnir at vísa. Víðgongdastu nationalistarnir hava tapt, og fullveldismálið er farið fyri bakka. Spurningurin er so, um landsstýrið kann finna eina breiðari semju, sum flytur Føroyar longur fram á sjálvbjargnisleið, ella um Tjóðveldisflokkurin bara fer at tvíhalda um maktina ? fyri at einki skal koma burturúr?