ODDAGREIN: Møguleikin at víðka fólkaræði

Uppskotið hjá Tjóðveldi um at broyta Stýrisskipanarlógina nem­ur við nøkur grundleggjandi við­ur­skifti í okkara fólkaræði. Tað flytir ver­andi mørk um at meirilutin ræð­ur, og har politikkur snýr seg um at duga at telja upp í 17 í løgtinginum.

Flokkurin skjýtur upp, at ein trið­ing­ur av løgtinginum skal hava møgu­leika at krevja eitt mál út til fólk­a­at­kvøðu. Ein triðingur er 11 løg­tings­lim­ir, tað eru færri enn and­støð­an eigur í dag.

Tað er djarvt at tryggja minni­lut­a­num ávirkan við lóg. Tað set­ir stór krøv til ta samgongu, sum til eina og hvørja tíð situr við vald­ið. Gerst politikkurin ov lít­ið semj­u­søkj­andi, so hevur andstøðan eina neyð­bremsu. Men ein óbúgvin and­støða, sum alla tíðina togar í neyð­brems­una, kortsluttar skipanina og har­við okkara fólkaræði.

Tað er neyvan ivi um, at politisku front­ar­nir millum samgongu og and­støðu eru trektir hart upp í fleiri mál­um. Forskatting av pensjónum, av­tøka av Landsbankanum og málið um Eysturoyartunnilin eru dømi um hetta. Vit kunnu gita okkum til við­gerð­ina av hesum málum, um so er at minnilutaverja var í gildi. Í øll­um føri hevði andstøðan havt møgu­leika at brúka neyðbremsuna, so­leiðis at veljarin fekk møguleika at siga sína meining á fólkaatkvøðu. Eitt slíkt amboð hevði tí noytt sam­gongu og andstøðu at tosa saman.

Tjóðveldi vil somuleiðis lata pol­it­isku viðgerðina upp. Nevnd­ar­við­gerð­ir skulu í nógv størri mun gerast al­menn­ar. Nevndirnar skulu hava fleiri amboð, eitt nú møguleikan fyri al­mennum hoyringum. Og eisini al­menn­ing­ur­in fáa munandi betri atgongd við alment innlit.

Minnilutaverjan krevur nógv av okk­ara politisku skipan. Eft­ir okk­ara tykki vil viðgerðin av upp­skot­u­num hjá Tjóðveldi vísa, um okkara lut­fals­liga unga, politiska skipan er búgv­in at flyta seg frá tannáringi til vaks­ið fólk.

Harafturímóti er eftir okkara sann­før­ing absolut eingin orsøk til at nokta størri opinleika. Út­gangs­støð­ið eigur at vera, at alt er opið, og inn­lit fæst í alt. Hví ikki?

So má í hvørjum einstøkum føri grund­gevast fyri, hví neyðugt er við aft­ur­lætn­um hurðum og noktandi inn­l­iti. Er tann argumentatiónin í lagi, so kann almenningurin væl eis­ini liva við tí.