Tað er serliga Tjóðveldisflokkurin, sum nú ger vart við seg, tí flokkurin ikki heldur, at nóg nógv fæst fyri bankan eftir tí leisti, sum er valdur - hóast flokkurin tók undir við privatiseringsleistinum, og hóast uppskotið hjá Høgna Hoydal var diamentralt mótsatt tí, sum Hermann Oskarsson nú hevur ført fram.
Men tað sum er enn meira ørkymlandi er, at Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri verður lagdur undir at lúgva. Tað er næstformaður Tjóðveldisfloksins, sum hevur borið hetta fram nakrar ferðir í útvarpinum. Hann sigur beinleiðis, at Bárður Nielsen lýgur, tá hann letst ikki at vita, at ávís íløgufeløg á fundi í Fíggjarmálaráðnum í síðstu viku vórðu nevnd sum feløg, ið hava fingið eitt beinleiðis tilboð um at keypa part av bankanum. Formaðurin í fíggingargrunninum, Eyðun á Rógvi, vísir greitt hesum pástandi aftur.
Um so er, at Tórbjørn Jacobsen hevur rætt, so er talan um eitt sera álvarsligt mál. Ein landsstýrismaður eigur ongantíð at sleppa væl frá at lúgva. So er bara eitt hjá løgmanni at gera – at geva manninum durafjórðingin!
Men um so er, at tað er Tórbjørn Jacobsen, sum lýgur um Bárð Nielsen, so er tað eisini eitt álvarsmál. Um so er, at Tjóðveldisflokkurin nú vil skapa so nógv rumbul um bankasøluna – bert við tí fyri eyga at fáa hana útsetta og harvið leggja fótonglar fyri privatiseringsætlanunum hjá landsstýririnum, so spælir flokkurin høgt spæl.
Tað er ilt hjá almenninginum at skilja tað politiska spælið, sum nú gongur fyri seg. Men vit hava krav upp á virðiliga kunning um tær ætlanir, sum eru viðvíkjandi søluni – og vit hava eisini krav uppá, at tann politiska fløkjan, sum nú verður skapt, verður greidd og forklárað Føroya fólki væl og virðiliga.
Sum andstøðuleiðari mælti Jóannes Eidesgaard til, at nøkur partabrøv í Føroya Banka blivu deild út til allar føroyingar. Okkum lysti vita, hvat løgmaðurin, Jóannes Eidesgaard, heldur um tað!
Sum veljarar kunnu vit meta um trúvirði hjá ávikavist Tórbjørn Jacobsen og Bárði Nielsen. Fíggjarmálaráðharrin er kendur fyri at vera ein siðiligur politikari, sum ikki loypir framav. Hinvegin er tað ein veruleiki, at Tórbjørn Jacobsen fyrr hevur bjargað sær sínum politiska lívi við at lúgva og at turka lygnina upp á onkran annan.