Annað er, at marknaðarkreftirnar framvegis einsamallar skulu ráða í føroyskum vinnulívi, les fiskivinnuni og hitt er, at byrjandi kreppan í hesi vinnu kann virka til eina neyðuga sanering av flotanum. Vit sleppa av við nøkur skip, og so verður meira til tey skip, ið eru eftir. Til fyrra signalið er at siga, at bert heilt fá lond reka ein búskaparpolitikk, har liberalu marknaðarkreftirnar einsamallar ráða. Flestøll lond reka eitt ella annað slag av konjunkturregulerandi politikki. Heldur ikki her í Føroyum ráða marknaðarkreftirnar einsamallar. Fiskivinnan er undirløgd ymsar reguleringar, ið hava til endamáls at verja fiskastovnarnar og tryggja burðardygga veiði.
Nú stendur landsstýrið so við tveimum valkostum. Annar er at gera sum landsstýrið í fimtiárunum og siga: tað, sum ikki kann standa, má falla. Hitt er at gera politisk tiltøk, sum tryggja, at eitt minstamát av skipum hórar undan. Tað fyrra alternativið er ikki realistiskt hóast útmeldingarnar. Eingin samgonga sleppur væl frá at lata ein stóran part av flotanum fara á heysin við tí úrsliti, at stórir partar av samfelagnum verða raktir av hóparbeiðsloysi. Tí eigur landsstýrið at stíga varliga. Samtíðis sum atlit verða tikin til at varðveita stovnarnar og til lutvísa sanering av flotanum, mugu vit skapa trygg viðurskifti.
Tað er kanska í lagi, at “kyniskir” búskaparfrøðingar mæla til at lata marknaðarkreftirnar einsamallar sanera ein ov stóran flota. Men er tað ikki eitt sindur ábyrgdarleyst av leiðandi politikkarum bara at endurtaka tað, sum búskaparfrøðingarnir siga í slíkari støðu? Landsstýrið hevur eina politiska ábyrgd. Heldur eigur landsstýrið tí nú eisini at lurta eftir ráðum frá vinnuni. Støðan í flotanum er so álvarslig, at tað slepst ikki undan almennari uppílegging, sigur form. í reiðarafelagnum. Hansara tilmæli er at gera eina FAS líknandi skipan fyri fiskiflotan. Hesi ráð falla neyvan í góða jørð hjá øllum, men hetta er so eitt boð og ein roynd at fáa tað almenna at rakna við. Landsstýrið eigur seriøst eftirkanna tey fáu ráð og hugskot, ið koma frá vinnuni og ikke bert automatiskt endurtaka, at her skulu bert liberalar marknaðarkreftir ráða. Hetta síðsta merkir at lata standa til og at lata standa til hevur ongantíð verið ábyrgarfullur politikkur. Vinnan má eisini sjálv vísa vilja. Hvat við mongu milliónunum, sum reiðarar hava útgoldið sær í vinningsbýti øll tey góðu árini. Átti partur av hesum ikki at verið lagdur til síðis til ringari tíðir! Løgmaður skjeyt upp í samrøðu við Rás2 at seta bólk at fylgja gongdini. Ger tað nú. Vinnan og politiska skipanin mugu til at tosa saman.
Sosialurin.?











