Oddagrein·Øll eygu vend móti Hess

Komandi mánaðir verða rættiliga avgerandi fyri oljuleitingina við Føroyar. Tá fer The Faroes Partnership við Amerada Hess á odda at bora ein týðandi avmarkingar- og metingarbrunn í bretska partinum av Atlantsmótinum skamt frá okkara marki. Hesin brunnur kann avdúka, um fundið, sum varð gjørd á landgrunninum í fjør, er nóg stórt, til at tað kann løna seg at byggja út og taka oljuna upp. Sum skilst kann ganga báðar vegir. Men tað er greitt, at henda eina boringin nýtist ikki at geva endaliga svarið, um fundið hjá Hess á landgrunninum, er lønandi. Tað skulu møguliga fleiri boringar til fyri at kunna svara tí.

Verður boringin í lisensinum 204/16 í bretskum øki ein fulltreffari tvs. vísir hon, at oljufeltið, sum Hess fann í fjør, er so stórt, sum vónir og illgruni eru um, so kann hetta sjálvandi fáa alstóran týdning fyri føroyaøkið og her ikki minst fyri vinnuna á landi í Føroyum, sum so smátt hevur gjørt seg út til nýggju avbjóðingina. Hetta kann koma at fáa avleiðingar fyri tann rikna politikkin á nógvum økjum. Men gongur tað hinvegin og vísa kanningarnar, at talan er ikki um eitt lønandi fund antin tí at tað er ikki nóg stórt ella tí, at umstøðurnar at fáa oljuna upp ikki eru tær røttu, so kann hetta eisini koma at tarna leitingini á føroyaøkinum.

Tað er greitt, at tríggir brunnar boraðir í einum nýggjum øki geva ikki nakað endaligt svar, men er einki lønandi fund fer tað heilt givið at gera, at oljufeløgini fara ikki at raðfesta Føroyaøkið eins høgt sum tey hava gjørt tað higartil. Hinvegin hava oljufeløgini bundið seg til at bora fleiri brunnar, og tær boringarnar verða so næsta ár og í 2004 og 5. Her er talan um fimm brunnar aftrat.

Nú eiga vit sjálvandi ikki at fella í fátt, tí talan er bert um eina byrjan. T.d. vita vit als ikki, hvat stóra økið undir basaltinum kann goyma. Og hyggja vit at gongdini vestan fyri Hetland, so vóru boraðir meira enn 70 brunnar har, áðrenn lønandi fund varð gjørt. So hetta vísir, at vit mugu gera okkum út við toli. At tað kemur illa við hjá vinnuni, sum kanska hevur verið í so bjartskygd, er so nakað vit mugu læra okkum at liva við. Tí er tað eisini so týdningarmikið, at hvørki vinna ella samfelag í verandi støðu gera størri íløgur í eina komandi oljuvinnu, men heldur fara varðliga fram og fyribils hava hesa vinnu sum eitt íkast. At tær brynja seg út og førleikamenna seg til hesa nýggju vinnu er tó ein sjálvfylgja, men soleingi einki lønandi oljufund er gjørt eigur alt samfelagið at vísa størsta varsemi og hógv.

Sosialurin