ODDAGREIN: Leita eftir hálvari milliard

Higartil hava lesarar okkara tikið væl und­ir við tiltakinum, vit kallaðu »krepp­u­hjálp til Kaj Leo« – har vit biðja um hug­skot um inn­tøk­ur til lands­kass­an – ella sparingar.

Í síðstu viku fekk løgmaður boð­ini um, at blokk­stuðulin ikki verður hækk­að­ur meira enn slakar níggju milli­ónir krón­ur, tað sum svarar til eina prís­­tals­­javn­ing upp á 1,4 prosent. Løg­maður hevði ætlað at fáa upp til 200 milliónir krónur meira, men tað gekk ikki.

Tí er tað, at vit hava heitt á lesarar okk­ara um at koma við hugskotum, sum kunnu hjálpa – konstruktivum hug­skot­­um, sum kunnu stuðla upp­und­ir eina av­gerð­ar­til­gongd hjá lands­stýrinum og løg­tingi­num, sum í hesum døgum við­gera løgtingsfíggjarlógina.

Hetta at bløð gera slík tiltøk, hava vit sæð fyrr – eitt nú gjørdi danska Ekstra Bladet eitt líknandi til­tak fyrr í mánaðinum fyri at hjálpa Helle Thorning-Schmidt at fáa end­ar­nar at røkka saman. Upp­skot­ini trutu ikki, har var alt frá at taka matarsteðgin frá al­ment løntum, sum skuldi spara 2,3 mill­i­ard­ir krónur, at trekkja fólk fyri løn sum roykja í arbeiðstíðini, ella at taka stuðulin upp á 533 milliónir frá Kong­iliga Teatrinum og at taka stuð­ul­in upp á 377 milliónir frá kongs­húsi­num. Helle Thorning-Schmidt takk­aði fyri øll spariráðini, sum hon var im­po­ner­að av.

Eyðsæð er, at landskassin kann ikki koyra við undirskoti upp á hundr­að­tals mill­i­ón­ir í ára­vís. Tí mugu re­form­ar ger­ast, sum ver­u­liga muna. Sam­gong­an hev­ur tó gjørt ein stór­an reform við at skatta pen­sjóns­inn­gjøld­ini. Yms­ar mein­ing­ar eru um tað, men hetta hev­ur so tryggj­að lands­kass­a­num eina eyka inn­tøku upp á oman fyri 200 milli­ónir ár­liga. Men peng­ar­nir fara bara ikki í slokna landskassan, men til skatta­lætta til tær høgu inn­tøk­ur­nar.

Nú løgmaður er farin at tosa um til­­feing­­i­­s­gjald, so er okkurt sum bend­ir á, at tað blíðk­ar fyri hug­að­um monn­um. Men hetta góð­tek­ur Fólk­a­flokk­u­rin ikki, og tað verð­ur ringt at síggja løgmann gjøgn­um­føra ein reform, sum Fólkaflokk­ur­in ikki góðtekur.

Tí vilja vit fegin hava uppskot, sum geva eina hálva milliard til lands­kass­an. Løg­mað­ur fekk níggju mill­i­ón­ir úr rík­is­kass­a­num. Við at av­taka koyr­i­peng­ar­nar til lands­stýr­is­menn fæst ein millión aft­ur­at. Døm­ið um Utt­an­rík­is­ráð­ið, sum futt­aði eina mill­i­ón av fyri góð­um ári síð­ani mill­um jól og nýggj­ar, gev­ur eis­ini eina mill­i­ón. Nú eru 489 eft­ir til hálvu mill­i­ard­ina. Til­feing­is­gjald – bara á ma­krel­in kann geva hundr­að­tals milliónir.

Tað hevur týdning, at fólk­ið – velj­ar­in – greitt sigur sína mein­ing. Greið boð frá velj­ar­u­num á­virka pol­it­isku skip­an­ina, og tað fær pol­it­ik­ar­ar­nar at lurta. Gera teir ikki tað, so er fólk­a­ræð­ið í vanda.