Oddagrein: Latið vinnuna innflyta rúsdrekka

Latið heilsølurnar innflyta rús­drekka og selja til vinnuna – og latið Rúsuna selja til brúkaran

Um fýra vikur eru 30 ár síðani, at rús­drekka­lóg­in varð kollvelt, Rúsan sett á stovn og skeinkiloyvi latin. Áðrenn tað høvdu vit rúsdrekkaforboð. Vit valdu eina skip­an við eink­ar­sølu. Tað merkir, at Rús­an skal inn­flyta og selja alt rúsdrekka. Og alt merk­ir alt. Eis­ini tað, sum matstovur og skeink­i­støð skulu keypa. 

 

Tað er sjálvandi ein trupulleiki hjá vinn- uni. Tí ein óliðiligur og tungur almennur stovn­ur kann ongantíð veita ta tænastu, sum vinnan søkir. Tað ber bara ikki til.

 

Tí hevði ein gongd leið heldur verið at hugsa eins og tey gera í hinum fýra norð­ur­lond­um, sum eisini hava einkarsølu av rús­drekka: Íslandi, Noreg, Svøríki og Finn­land. Har setti ES handilslig krøv til Svør­íki og Finnland, tá tey fóru upp í ES í 1994 – og tá Ísland og Noreg gjørdu EBS-av­talu við ES.

 

Hetta hevur broytt viðurskiftini til tað betra fyri allar partar. Brúkarin má fram­veg­is í einkarsøluna at keypa, men hotel- og mat­stovu­vinnan kann keypa bein­leið­is frá inn­flyt­a­rum, sum eisini selja til eink­ar­søl­ur­nar.

 

Í Noreg hevur hetta ført til, at eink­ar­søl­an í dag bert innflytur millum átta og tíggju pro­sent av øllum rús­drekka­.

 

Á henda hátt fáa vit professionaliserað inn­flutn­ing­in av rúsdrekka og veitingina til vinn­una. Rúsuni tørvar ikki eins nógv starvs­fólk, tá øll vinnulig søla verður flutt til heil­søl­ur­nar – og tá verður kravið um yvir­skot lættari at røkka. Heilsøluvinnan klár­ar sum einki at geva vinnuna eina nógv betri tænastu, eisini fíggjarliga.

 

Vinnan kann keypa vín munandi bílig­ari inn og harvið fáa tann vinning úr víni, sum matstovur um allan heiminin fáa.

 

Brúkarin er akkurát líka væl vardur. At­komu­lig­heit­in verður tann sama, tí tú og eg og hvør hanus og janus mugu framvegis í Rús­­una at keypa – men í eina Rúsu, sum hev­ur nógv breiðari úrval, tá handilslig áhuga­mál seta treytirnar til úrvalið í al­menna monopolinum.

 

Hetta er upplagt at fremja hjá einum landsstýri, sum vil vera liberalt og sigur seg vilja vinn­uni tað besta – samstundis sum yv­ir­skip­aða enda­mál­­ið við rús­drekka­lóg­ini verð­ur hildið, so at­­komu­lig­heit­in til rús­drekka ikki verður broytt.