Ein og hvør, sum eigur eini gomul hús veit, at um ein forsømir húsini í nógv ár, og sparir uppá viðlíkahald og annað, so verður rokningin bara tað størri, tá hon einaferð kemur. Einki at gera, kann vera tað mest kostnaðarmikla, tá av tornar.
At sitandi samgonga ikki hevur givið almanna og heilsuverkinum eina yvirháling og fingið tað uppaftur á tað støði, vit høvdu áðrenn kreppuna, merkir bert, at tað verður uppaftur tyngri hjá komandi samgongum.
Tað verður reypað óført um, at ongantíð eru so nógvir pengar farnir í almanna og heilsuverkið. Um tað er so, so mugu vit bert staðfesta, at pengarnir ikki verða nóg væl brúktir. Um borgarin ikki merkir eitt hægri tænastustøði fyri meira pengar, so er skommin dupult hjá politiska valdinum.
Vit hava gjørt almennar íløgur sum ongantíð fyrr í hesum valskeiðnum og kemur tað at merkja gjaldføri landskassans nógv ár framm í tíðina. Tað sær ikki út til, at skattgjaldarin hevur fingið nógv afturfyri á eitt nú almanna og heilsuøkinum. Eitt er at spara av neyð, og eitt annað er at niðurprioritera við vilja.
Úrslitið av at skumpa rokningar frammanfyri sær sæst ikki fyri enn um nøkur ár. Á sama hátt, sum avgerðirnar í 80?unum skaptu kreppu í 90?unum, so skaptu avgerðir í fyrru helvt av 90?unum framgongdina, vit hava havt seinastu fáu árini.
Hvussu væl frágingin landskassin er hjá sitandi samgongu, ja tað fáa vit ikki endaligt svar uppá fyrr enn um eini 5 ? 10 ár. Núverandi politikarir eru óførir at peika afturum seg, og fortelja, hvussu avgerðir í 80?unum og 90?unum ávirka dagligdagin í dag, men siga merkiliga lítið um, hvussu avgerðirnar í dag koma at merkja dagligdagin um 10 ár.
Teknini eru ikki góð viðvíkjandi landskassanum. Útyvir blokkniðurskurðin og stóru gjaldsskyldurnar, ið vit hava fingið, so hevur landstýrið við niðurprioritering av almanna og heilsuøkinum og ikki minst skúlaverkinum skumpað eina stóra rokning frammanfyri sær, og vit vita sum er: Fyrr ella seinni skal tekjan skiftast á einum gomlum húsum. Tað ber væl til at reypa sær av at hava spart pengar í 4 ár við ikki at hava gjørt tað, hóast tað lekur í eyri og seyri, men tann sparingin gerst stokkut, tá av tornar.
Sosialurin