Oddagrein· Lívsneyðug ráðstevna

Í gjár var ráðstevnan Lívsneyðug ráðstevna - RFF 30 ár í Norðurlandahúsinum, har fyrilestrahaldarar úr bæði Føroyum, Danmark og Svøríki luttaka. Tað eru sostatt trýati ár, síðan Ráðið Fyri Ferðslutrygd varð stovnað. Ferðslutrygdin er eitt hitt størsta vandamálið í nútímanssamfelagnum. Hóast ráðið hesi farnu trýati árini hevur gjørt eitt gott arbeiði, so er støðan ikki nøktandi. Tað henda alt ov nógvar vanlukkur, og eigur tí alt at verða gjørt til tess at fáa vanlukkurnar at minka í tali. Ferðsluvanlukkurnar kosta lív og limir. Tær elva til ófatiligar sorgarleikir. Vanlukkurnar gera ómetaligan skaða á likam og sál umframt, at tær kosta samfelagnum stórar upphæddir. Her má nakað munagott gerast, tó eingin hugsar sær, at hetta er ein løtt uppgáva.

Ráðstevnan er tann fyrsta í Føroyum av sínum slagi og fyrireikararnir hava veruliga lagt seg eftir at gera ráðstevnuna so viðkomandi og fjølbroytta sum møguligt. Hetta er eydnast teimum til fulnar. Tað varð staðfest á ráðstevnuni, at vit hava onga politiska endamálsorðing á ferðslutrygdarøkinum, og tískil hava vit heldur onga politiska virkisætlan fyri ferðslutrygdini í Føroyum. Hetta er spell, og her má vend koma í. Hinvegin hava vit framvegis Null hugsjónina, sum allir avvarandi partar eiga at halda rimmarfast um, hóast tað í løtuni sær svart út fyri hesari sera góðu hugsjón. Vit ivast ikki í, at høvdu vit ikki havt hesa visión, so var støðan viðvíkjandi ferðslutrygdini uppaftur verri. Tað ræður um ikki at missa mótið men at seta neyðug tiltøk í verk til tess at økja um trygdina. Tað er ikki bara her og í grannalondum okkara at miðað verður ímóti Nullhugsjónini. Við slagorðunum, Ferðslutrygd er Null vanlukkur, var ferðslutrygdin evnið á alheims heilsudegnum hjá WHO í 2004 Alt hetta merkir, at vit nú mugu hava ein ferðslutrygdarpolitikk. Hesin politikkur eigur at fevna um mál, mið og strategi. Politikkur skal sostatt fevna um yvirskipað viðurskifti eins væl og heilt ítøkilig tiltøk. Hesi tiltøk eiga at fevna um alt frá betri koyrifrálæru og størri krøv til bilførarar og betri vegir, herundir broytingar í vegakervinum fyri at gera hetta tryggari. Eisini má setast inn longu í dagstovnum og í fólkaskúla við ferðslufrálæru. Til summars verður Norðoyatunnilin latin upp. Hetta annars frálika framstig hevur eina nógv økta ferðslu sum fylgju. Her er neyðugt við tiltøkum, sum ikki kunnu bíða eftir einum yvirskipaðum ferðslupolitiki. Vit hugsa um Lorvík, um strekkið millum Skipanes og Skálabotn, innkoyringina til Tórshavn o.m.a. Ein ítøkiligur spurningur er at gera íløgur í autoverju, nú tá skjóttkoyrandi ungdómar eftir øllum at døma skjótt verða fastir gestir á vegunum á náttartíð.

Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru fleiri fyrilestrar av bæði føroyskum og norðurlendskum fyrilestrahaldarum, eins og filmsklipp og kjakpanel. Í fyrilestri sínum á ráðstevnuna um ferðslutrygd í Norðurlandahúsinum, hevði Thomas Carlson, fjølmiðlaleiðari hjá NTF í Svøríki, nakrar viðmerkingar til føroyska vegakervið. Í fyrilestrinum kom hann eisini inn á føroyska vegakervið. Thomas Carlson hevur, sum nevnt í tíðindunum frá stevnuni, nú í nakrar dagar koyrt kring landið og hugt eftir vegakervinum í Føroyum. Hann staðfestir, at vit hava alt ov lítið av autoverju á høvuðsvegnum. Serliga har vandi er fyri at bilurin rennur inn í bergið oman fyri, har mangla vit autoverjur, eisini nógvastaðni er eingin vegøksl og eingin autoverja. Um ein bilur fer út av vegnum, er stórur vandi fyri, at hann t.d. endar á sjónum. Eisini heldur heldur hann, at við vegamótini á landsvegnum, har tveir síðuvegir koma inn á landsvegin, eigur ferðin at verða sett niður frá 80 km/t til 50 km/t. Myndugleikarnir eiga alt fyri eitt at taka atfinningar Carlsons til eftirtektar. Tey viðurskifti, ið Carlson vísir á, kunnu heldur ikki bíða eftir einum yvirskipaðum ferðslutrygdarpolitikki. Avvarandi myndugleikar eiga at fara til verka beinanvegin. Sosialurin vil at enda staðfesta, at RFF hevur verið til mikið gagn hesi 30 árini og ynskið skal verða, at RFF skal fer at hava hepna hond við virkseminum í framtíðini.
Sosialurin((