ODDAGREIN: Lívsjáttandi um sjálvmorð

Tað var sera hjartanemandi at síggja send­ingina í sjón­varp­i­num hjá Kring­varp­i­num í gjár­kvøld­ið, »Tá lív­ið gerst ov tungt at liva«. Ein send­ing um eitt sera við­kvæmt evni, eitt tab­u­evni – um tað at doyggja fyri egnari hond.

Hetta er ikki eitt evni, sum vit dag­liga varpa ljós á, og tí eitt mál, sum vit duga so illa at tosa um. Men tal­an er tó um eitt evni, sum hvørt ár, fleiri ferðir um árið, rakar nøkur okk­ara – og tá standa vit spyrjandi og ó­skilj­andi eftir.

Men latin so væl í ein journ­al­ist­isk­an búna, sum Heini í Skorini megn­aði í hesi sending, sum í mynd­um eis­ini var sera væl hepnað, so verð­ur eitt mál sum sjálv­morð gjørt so við­kom­andi og nær­verandi, at vit øll kunnu seta okk­um inn í ta sorg, ið slík van­lagna hevur við sær fyri tey, ið eftir sita.

Tá eitt menniskja kemur í ta støðu, at tað vil taka sítt egna lív, so eru djúp­ir sál­ar­ligir trup­ul­leik­ar, sum vit neyð­ars menn­iskju illa duga at fata. Sjálv­sagt ynskja vit alla ta til­búgving, ið neyðug er. Men hetta snýr seg eisini um hjá okk­um menn­iskj­um at duga at skilja hvønn ann­an, duga at lurta og duga at fanga tey signal, ið kunnu vera á­bend­ingar um, at eitthvørt er á­vegis.

Vit hoyrdu mammuna tosa um neyð­dyrn­ar, sum son­ur­in leyp í­gjøgn­um­. Hon vísti virð­i­liga á, hvussu vit áttu at skipað við­ur­s­kifti­ni hjá sálarsjúkum á ein virð­i­ligari hátt. Vit hoyrdu dóttrina, sum segði, at hini børnini ikki skiltu, at mamma hennara var sjúk, tí »tað sá man ikki uttaná...«. Og vit sóu systk­ini, sum erliga greiddu frá kensl­unum, ið tey høvdu, eftir at bróð­ir­in hevði tikið sítt egna lív. At tey settu sær viðkomandi spurn­ingin, um tað var nakað, tey kundu gjørt fyri at broytt úrslitið. Og at enda sóu vit ungu kvinnuna greiða frá um tað at hava tunglyndi og sjálv­morðs­tank­ar.

Hóast eitt sera tungt evni, ið elv­ir til djúpa sorg, so megnaðu øll fólk­ini so lívsjáttandi at greiða frá støðu síni.
Sálarlæknin greiddi frá, hvussu spar­ing­ar á økinum skerja tæn­ast­u­na, sum vit veita sálarsjúkum. Tað er hug­tungt at hoyra, hóast sparingar eyð­vit­að raka alt samfelagið. Men ein send­ing sum hendan varpar ljós á okk­ara heilsu­pol­i­tikk á sál­ar­frøð­i­liga øki­num – og tað kann bara verða gott og gangligt.

Men bara tað at vit virðiliga, op­ið og er­liga kunnu tosa um evnið – hetta tabuevni, er gott í sjálvum sær. Tí tað lærir okkum at lurta, viðra, aðra – og hjálpir okkum eisini at skilja hvønn annan. Tí tað er ringt at góð­taka, at eitt menniskja plan­legg­ur sína egna deyða og sína egnu jarð­ar­ferð.

Ein slík sending varpar týðandi og til­trongt ljós á eitt torskilt evni, sum vit eiga at gera størri gætur, hó­ast vit ikki fáa svarið.