Men hóast lítið í vavi so hevur nettupp hesin luturin ótrúliga stórt virði. Tá hugsað verður um einstaka mannalívið.
Sjónvarpið hevði eftir okkara tykki eina rættiliga sigandi og positiva søgu í Degi og Viku týskvøldið. Ein søga, sum ikki eigur at fara aftur um, uttan at hon hevur givið okkum øllum nakað at hugsa um.
Søgan snúði seg um nakað so einfalt sum at brúka endurskin. Hon snúði seg um stóra vandan hjá gongufólki í ferðsluni hesa myrku ársins tíð. Hon snúði seg um, hvussu einstaklingar, sum hava sítt arbeiði í ferðsluni, kunnu vera við til at betra um ferðslumentanina og í síðsta enda at bjarga mannalívum.
Eini hjún í Eysturoynni, sum bæði eru bussførarar og harvið kenna teir mongu vandar, ið alla tíðina lúra í ferðsluni, hava av sínum eintingum átikið sær av útvega endurskin og lata teimum bussferðandi tey. Út frá royndum sínum sum bussførarar vita tey, hvussu ómetaliga stóran týdning eitt so lítið ting sum endurskin kann hava fyri nakað so stórt sum eitt mannalív. Er myrkt í veðrinum, regnar og eru fólk til gongu og í svørtum klæðum, ja so eru hesi at meta sum potentiell ferðsluoffur. Hvussu nógvir bilførarar tað verið seg í arbeiði ella í privatkoyring hava ikki einaferð ella fleiri ferðir verið líka við at koyra eitt av hesum ?svørtu? fólkunum yvir!
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur oftani skipað fyri tiltøkum til frama fyri nýtslu av endurskini. Men tað er ikki lætt at venja fólk til at brúka endurskin, tá tey ikki eru von við tað. Í veruleikanum er brúk fyri eini ella aðrari hugburðsbroyting, har fólk veruliga geva sær far um teir vandar, sum alla tíðina lúra í ferðsluni. Hava vit sum foreldur t. d. ikki skyldu til at hugsa um okkara børn eins og okkum sjálvi! Tað er einki minni enn ein mirakkul, at so ?fáar? veruligar vanlukkur hava staðist av, at fólk ikki brúka endurskin.
Frálíka tiltakið hjá bussførarahjúnunum í Eysturoynni átti at fingið onnur at rakna við. Ja tað átti at fingið Ráðið fyri Ferðslutrygd at tikið hetta upp og givið tí 1. prioritet. Nú tá tú ikki kann tvinga fólk til at brúka endurskin átti man at umhugsað aðrar alternativar loysnir sum hana í Eysturoynni.
Til hjúnini í Eysturoynni kunnu vit bert siga: -Gott í tykkum. Haldið fram og fáið tykkara kollegar aðrastaðni í landinum at gera sum tit. Til Ferðslutrygd: -Útvegið fleiri endurskin og latið tey verða tøk á almennum plássum sum eitt nú í bussunum. Og til SvF: -Slíkar sólskinssøgur fløva í øllum tí annars negativa tíðindameldrinum, sum tíanverri eisini er ein partur av gerandisdegnum.
Sosialurin