Tað hevur tikið fakfeløgunum mong ár at koma hartil, at hesi rættindi eru viðurkend sum grundleggjandi og ómissandi mannarættindi. Tað man eingin vera í dagsins samfelag, sum ikki virðir og viðurkenning hesi rættindi. Fakfelagsrørslan í fólkaræðiliga partinum av heiminum er komin langt við sínum skipanum og sáttmálum og mangan hevur leikað hart á eisini her hjá okkum. Í Norðurlondum hava vit leingi havt skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, har tað við avtalum og við lógavu eru ásettar nakrar spælireglur, sum skulu forða fyri, at partarnir fara út um tey mørk, sum mugu galda í einum demokratiskum rættarsamfelagi. Her hjá okkum hava vit enn ikki slíkar spælireglur. Hetta er ein orsøkin til, at vit hava nógv og dýr verkføll.
Tann aktuelli arbeiðssteðgurin er heilt sermerktur við tað, at talan er um eina konflikt, sum er íkomin, av tí at landsstýrið ikki vil góðtaka semingsúrslitið, sum báðar konfliktopartar annars hava góðtikið. Talan er um sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið,.Eftir at semingsmaðurin kom uppí og legði semingsuppskot, sum bæði SEV og Maskinmeistarafelaið góðkendu, segði Fíggjarmálaráðið, at tað kundi ikki góðtaka semingsuppskotið. Úrslitið er, at SEV nú er farið at skamta streymin.
Hetta er ein heilt óvanlig støða, sum ger tað torført at geva viðkomandi felagaskapum ábyrgdina av arbeiðsteðginum. Av tí, at talan er um ein kommunalan arbeiðsgevara skal fíggjarmálaráðharrin góðkenna samráðingar- ella semingsúrslitið. Fíggjarmálaráðharrin, sum av góðum grundum óttast fylgjurnar fyri restina av almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur vent tummlinum niðureftir. Hann dugir at síggja, at skal hetta gerast støðið, noyðist landsstýrið út eftir peningi hjá skattaborgarunum ella at siga almennum starvsfólki úr starvi. Hvørgin kostur er mjúkur.
Arbeiðssteðgurin rakar heilt vital øki í samfelagum. Streymveiting er ein meginfortreyt fyri, at samfelagshjólini kunnu mala. Sera stór virði standa uppá spæl og ein og hvør kann siga sær sjálvum, at henda støða kann ikki standa við í óavmarkaða tíð. Teir partar, sum hava byrjað hesa neyðstøðu, hava skyldu til at enda hana.
Sosialurin