Oddagrein· Lógvatak við Afrika

Toppfundurin hjá G8 londunum so at siga druknaði í yvirgangsatsóknunum í London. Hetta var nú mikið spell, tí harvið so vunnu yvirganskropparnir nakað av tí, sum var teirra mál, nevniliga at taka vindin úr seglunum á toppfundinum. Hetta var sum sagt spell, tí fyri einaferð skuld hevði toppfundurin eina týðandi skrá. Bretland hevði sett Afrika á dagsskránna.

Afrika er seinastu mongu árini dragnað longur og longur aftur úr tí búskaparligu menning, sum annars hevður eyðkent triðja heimin. Meðan Asia og lutvíst Latínamerika støðugt eru gingin framá í mongum lutum, so er í Afrika gingið aftur um brekkur. Afrikanski heimsparturin er tann partur av heiminum, sum var meinast raktur av koloniseringini. Afrika gjørdist veruliga eitt offur fyri imperialismuna. Øll londini, sum vóru fyri imperlialistiskum atgerðum, vórðu sett aftur í menning. Men tað, sum í Afrika gjørdi munin skeiva vegin, var trælahandilin, sum í øldir drenaði Afrika fyri blóman av ungdómi heimspartsins.

Av hesi og mongum øðrum orsøkum m.a. herviligum sjúkum og borgarakríggjum er Afrika dragnað. Livistøðið er lækkandi og fátækdømið ræðuligt. Í mong ár hava stórveldini vent Afrika bakið. Tey hava verið at kalla blind og deyv mótvegis neyðini í hesum heimsparti. Men nú var Bretland so raknað við og Blair forsætisráðharri hevði sett sær fyri at fáa tey ríku londini í heiminum at taka lógvatak við Afrika. Hóast nógv í framkomna heiminum siga seg vera vónbrotin av úrslitinum, eru tær afrikansku stjórnirnar sum heild nøgdar við úrslitið av toppfundinum hjá G 8 londunum. Afrika fekk lyfti um skuldasanering. Hetta er eitt sera týðandi stig móti betri búskapi. Hartil fekk Afrika lyfti um beinleiðis búskaparligan stuðul og lættari atgeingi fyri tær landbúnaðarvørur, ið eru mest týðandi partur av útflutninginum hjá flestum afrikanskum londum. Eisini bundu stórveldini seg til, at hjálpa við at basa teimum sjúkum, sum plága henda annars hart plágða heimspart. So er bara at vóna, at stórveldini standa við síni lyfti og at vóna tað besta fyri Afrika.
Sosialurin