Oddagrein· Íløguhugur

Føroyingar eiga at gera meira burtur úr at seta uppspardar pengar í partabrøv heldur enn at hava teir standandi í peningastovnum ella sum lánsbrøv. Íløguhugurin hjá føroyingum eigur at økjast og føroyingar eiga m.a. at hyggja eftir, hvussu íslendingar hava borið seg at tey seinastu árini við at keypa partabrøv í fyritøkum heima sum burturi.

Hetta vóru nakrar av niðurstøðunum á Vinnudegnum herfyri, og hetta eru eisini tankar fólk gera sær, nú tað frættist nærum hvønn dag um íslendingar, sum keypa upp fyritøkur í grannalondunum. Seinasta íløgan av slíkum slag er uppkeyp av partabrøvum í amerikanskari handilsketu. Har er tað so ein kendur føroyskur handilsmaður í Íslandi, sum hevur keypt partabrøv fyri knappa milliard krónur. Og tað hevur hann m.a. gjørt saman við føroyskum tryggingarfelag. So eisini her heima eru so smátt vi ð at hoyrast nýggir tónar. Okkurt kundi bent á, at vend er við at koma í soleiðis at eisini føroyskar fyritøkur eru meira sinnaðar til at gera íløgur í partabrøv.

Eftir øllum at døma er vend við at koma í her heima eisini, tá talan er um at seta pengar í annað enn bankan og lánsbrøv. Tað er so ein nýggj gongd, at fyritøkur og privatpersónar her heima nú av álvara eru farnir at gera íløgur í partabrøv. At investera pengar sínar, har hesir geva størri avkast, men tá eisini vælvitandi, at váðin er tilsvarandi størri. Spurningurin er so, hvussu hesin útviklingurin fer at vera komandi tíðina. Um íslendska modellið av álvara fer at smitta av uppá føroyingar eisini. Vit hava so verið vitni til seinastu tíðina, at føroyskar fyritøkur og feløg hava keypt partapening í øðrum føroyskum fyritøkum.

Spurningurin er so, hvussu verður stætt, tá tær almennu fyritøkurnar skulu privatiserast. Fara vit tá at síggja føroyingar bjóða uppá almennu fyritøkurnar ella fara føroyingar at halda seg aftur, tí hetta við at seta uppspardan pening í partabrøv er so nýtt fyri okkum ella so avmarkað! Fara vit táskil kanska heldur at síggja íslendingar keypa upp tær stóru almennu fyritøkurnar, nú teir eru úti um so at keypa upp fyritøkur í øðrum londum! Tað eru tey, sum so smátt eru farin at óttast eina veruliga íslendska innrás í so máta. Sum ásanna, at hon longu er byrjað av álvara og at hon neyvan steðgar aftur í bræði. Meðan uppaftur onnur halda tað vera kærkomið við útlendskum, eisini íslendskum íleggjarum í Føroyum, nú føroyingar eru so varnir sjálvir at váða nakað men heldur seta pengar sínar í tað trygga tvs. á bankabók og í lánsbrøv! Hvussu og ikki, so verða tað spurningar sum hesir, ið koma at eyðkenna orðaskiftið í Føroyum komandi tíðina.

Og eisini her ætlar Sosialurin sær at vera við í orðaskiftinum og kunningini. Umframt at viðgera hesar spurningar vóna vit, at lesararnir eisini fara at geva sítt íkast og verða við í tí so týðandi orðaskiftinum. Vil vilja tí fegin pláss til eitt slíkt orðaskifti og tess fyrr tess betur. Vinnuhúsið legði so eisini upp til hetta kjakið á Vinnudegnum við at bjóða kendum íslendskum peningamanni og íleggjara til Føroya at halda fyrilestur um nettupp hetta at gera íløgur í partabrøv, privatisering og tað at tora at taka ein váða. Vinnusíðurnar í Sosialinum eru komnar fyri at verða. Tær fylla mest mikudagar, men finnast eisini flest allar aðrar dagar. Ætlanin er at halda fram við at seta fokus á hesi evni í Vinnusíðunum komandi tíðina.

Sosialurin