ODDAGREIN: Løgmaður og trúvirði

Í Degi og Viku fríggjakvøldið sóu vit løgmann fyri opn­um skíggja við­ganga, at hann hevði volt tí almenna tap gjøgn­um síni parta­fel­øg, og at hann ikki hevði røkt sínar skyld­ur sum nevndarformaður í sín­um feløgum, sum hava givið øðr­um stór milliónatap. Eitt nú misti Bank­Nord­ik 13 milliónir krónur upp á høv­uðs­fel­ag­ið hjá løgmanni, P/F KRK-Holding.

At málið um konkursraktu fel­øg­ini hjá løg­manni er vorð­ið til eina gølu kemst av, at løgmaður – eft­ir at hann í einum lesarabrævi á Vága­port­al­i­num varð lagd­ur und­ir at hava pá­ført tí al­menna tap gjøgn­um síni parta­fel­øg – blankt nokt­aði fyri hes­um. Hann gjørdi seg so­leið­is sek­an í at siga ósatt fyri Vága­port­al­inum, fyri Sos­i­al­i­num og fyri Rás2, sum spurdu um málið.
Tá vit á Sosialinum fingu fleiri á­bend­ing­ar um, at tað ikki pass­aði, sum løg­mað­ur segði, bóðu vit um al­ment inn­lit í má­l­ið. Her komu vit eft­ir, at sera lít­ið skil var í fel­øg­u­num hjá løg­manni. So lít­ið, at eing­in bú­rokn­skap­ur varð gjørd­ur fyri nak­að av fel­øg­u­num – utt­an Sp/F Si­s­e­ro. Í bún­um eftir hetta felag var tó ikki so nógv at koma eftir, tí krav­án­ar­ar­nir fingu bert 5,7 prosent av tí, teir áttu til góðar. Í hinum feløg­u­num fingu kravánararnar als einki. Tey vóru øll avtikin sambært grein 143 í kon­kurslógini – sum er fyri »sel­skab uden midler«.
Í fyrstu syftu fingu vit bert innlit í bú­roknskapin hjá Sp/F Sisero, tí Sosi­al­urin átti pengar tilgóðar har. Vit bóðu løg­mann um innlit í hini fel­øgini, men hesum sýtti hann. Tá vit so vístu honum búroknskapin hjá Si­sero, so gjørdist hann ikki sørt ilsk­ur inn á Sosialin, tí hann hevði als einki við hetta felag at gera, segði hann.
Vit gjørdu hann sjálvandi var­ug­an við, at hann sum nevnd­ar­for­mað­ur hevði fulla á­byrgd – og spurdu, um hann ikki visti tað? Men Kaj Leo Johannesen stóð fast við, at hann sum minni­luta­eigari í hesum fel­ag onga ávirkan hevði havt.
Løgmaður hevur eisini fleiri ferð­ir skriv­að á Facebook, at Sosialurin hev­ur skrivað ósatt í hesum máli, og hann hev­ur spei­rik­ið Sos­ialin við at kalla blað­ið »javn­að­ar­blað­ið«. Hvør skal siga: Við at vísa á, at løg­mað­ur hevur misskilt og mis­røkt sína á­byrgd sum nevnd­ar­for­mað­ur og kost­að landi og øðr­um peng­ar, so renn­ir tú pol­it­isk ørindi fyri mót­støð­u­flokk­ar hjá løgmanni...
Men tá løgmaður í Degi og Viku hoyrdi løg­frøð­ing­in Krist­inu Sam­u­el­sen siga tað sama, sum Sosialurin hev­ur sagt: At løgmaður á ongan hátt kann skáka sær undan ábyrgd, tá blotn­aði løg­mað­ur og viðgekk, at hann ikki hevði røkt sínar skyldur.
Trúvirðið hjá løgmanni hevði ikki fing­ið so stóran skaða, um hann segði sann­leik­an beinanvegin.