Okkurt kundi bent á, at tingmenn hava verið greiðir yvir tær sera skeivu kappingartreytir, sum teir sjálvir við lógini frá 2006 fóru at varðveita. Løgtingið gjørdi av eftir uppskoti frá mentanarnevndini, at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir. Sjálvandi kunnu vit ikki við vissu siga, hvør orsøkin var til, at Løgtingið soleiðis avmarkaði myndugleika stjórans til at at gera stovnsbygnaðin, men ein grund kann hava verið tilvitanin um, at nýggja lógin lítið og einki broytti við ta monopolstøðu, sum almenna kringvarpið hevði. Tað er í hesum sambandi áhugavert, at Løgtingið eisini í lógargrein álegði stjóranum at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaeindunum. Henda støða løgtingsins kann eisini vera orsøkin til, at Løgtingið avmarkaði møguleikar almenna kringvarpsins at vinna penning við netlýsingum.
Hóast ásetingarnar í lóginini hevur KVF skipað seg við eini og somu leiðslu fyri tíðindatænastuni og hevur henda avgerð skapað iva, hvørt hetta er í samljóði við lógina. Tað er tí í tøkum tíma, at málið nú verður reist á tingi. Tað er, sum ikki einaferð Tórbjørn Jacobsen, ið tekur um notuleggin. Hann vil hava landsstýriskvinnuna í mentamálum at tryggja, at kringvarpslógin verður fylgd, og at Kringvarpið hevur tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir. Tórbjørn Jacobsen vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, hvat hon ger fyri at tryggja, at ásetingin í kringvarpslógini um, at tað skulu verða tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum, verður fylgd. Tórbjørn Jacobsen, sum var limur í mentanarnevndini hjá løgtinginum, tá nýggja kringvarpslógin var fyri har, sigur, at ætlanin var als ikki, at tíðindadeildirnar í samanlagda kringvarpsstovninum skuldu leggjast saman. Tað er gott, at hetta mál nú nærkast eini avkláring. Vit á privata fjølmiðlaøkinum kenna kappingartreytirnar í Føroyum, og vit noyðast helst at liva og mennast undir hesum sera ójøvnu og órættvísu kappingartreytum. Vit unna sjálvsagt KVF alt gott, og sjálvandi skal okkara sterkasti mentanarberi hava góðar umstøður. Hinvegin kann almenningurin illa liva við, at ivi er um, hvørt leiðslan á okkara almenna kringvarpi heldur lógina. ??
Sosialurin