ODDAGREIN: Kunnu vit líta á tølini?

Formaður Fólkafloksins er kendur fyri at hava orðið í síni makt. Sum fremsti maður í samgonguni hev­ur hann eisini stóra ávirkan á rikna politikkin, sum hann væl og virð­i­liga hevur sett síni fingramerki á. Men viðhvørt tykist hann at vera á í so djúpum vatni, eitt nú tá hann í sambandi við fíggjarlógina tos­ar um fólkavøkstur og positivan grund­rakst­ur.

Ofta tykjast fólkafloksmenn eis­ini at látast sum um, at teirra upp­gáva er rudda upp eftir øðrum, áðr­enn teir fáa sett veruligan fólk­a­floks­poli­tikk á skrá.

Men veruleikin er kortini tann, at Fólka­flokk­ur­in hevur havt valdið so mik­ið leingi, at øll upprudding tí er eft­ir Fólkaflokkinum sjálvum.

Taka vit tey seinastu 40 árini, so hev­ur Fólkaflokkurin sitið í lands­stýr­is­sam­gongu næstan øll árini – umleið 32 ár til samans. Vit skulu næstan 30 ár aftur fyri at finna eitt heilt valskeið, har Fólkaflokkurin hevur sitið uttan ávirkan – tað var valskeiðið 1984-88.

Hinir stóru flokkarnir hava allir havt sínar oyðimarkargongdir. Javnaðarflokkurin frá 1996-2004, Sambandsflokkurin frá 1998-2004 og Tjóðveldi síðani 2003.
So havandi hetta í huga, so er Fólkaflokkurin ultimativt tann flokkurin, sum hevur havt størstu ávirkanina á rikna fíggjarpolitikkin seinastu 40 árini.

Og hvat hava vit so fingið burtur úr tí? Øll hava tosað um, at hallið á fíggjarlógini skuldi verða burtur í 2015. Hetta var so broytt til 2016 – og nú hevur Jørgen Niclasen aftur broytt hetta til 2017. T. v. s, at so hvørt sum javnvágin nærkast, so verður trupulleikin skumpaður longur fram.

Hallið í ár, sum sambært Jørgen Niclasen skuldi verið 243 millionir endar á nærum tí tvíflada – á 449 milliónum krónum. Hetta er eisini nógv meira enn í 2011, tá hallið var 322 milliónir krónur.

So kann fíggjarmálaráðharrin tosa um teknikk og grundrakstur. Men tað visti hann eisini, tá tølini vórðu sett í fíggjarætlanina fyri 2013.

Slíkur orðavavstur er ikki júst álitisvekjandi. Úrslitið tosar sítt egna mál – og tað bendir á, at fíggjarpolitikkurin hjá Jørgen Niclasen og samgonguni ikki er hepnaður serliga væl.

Spurningurin er so, um vit kunnu líta á, at tað skal hepnast sama flokki – sum stýrt hevur seinastu 40 árini – at minka undirskotið til 250 milliónir næsta ár?