Báðar tjóðirnar eru ríkar upp á náttúru og náttúrutilfeingi. Fiskivinnan hevur átt lívið í okkum. Blokkurin úr Danmark hevur verið gott ískoyti til landshúsarhaldini. Nú eru tekin til, at vit eru nógv ríkari, enn vit gera okkum greitt. At vit í undirgrundini eiga tilfeingi, sum heilt kunnu broyta grundarlagið undir okkara samfeløgum. Ikki tí at pengar og handlig virði skulu vera okkara eitt og alt, men tey eru ein av fortreytunum fyri einum góðum og tryggum vælferðarsamfelag.
Bæði londini hava sett út í kortið eina ætlan um at finna tey goymdu virðini í undirgrundini. Oljufeløg bjóða sær til at brúka milliardir av krónum til at finna hesi virði. Tíðin er komin hartil - sum landsstýrismaðurin Johan Dahl eisini rør framundir - at vit eiga at samstarva og læra av hvørjum øðrum, har tað er skilagott og rætt.
Tað var spell, at Faroe Petroleum ikki fekk leitiloyvi í Grønlandi, tí tá vóru orsøkirnar ella motivatiónin fyri einum ítøkiligum samstarvi kanska betri, men henda sannroynd eigur ikki at forða fyri dialogi og samstarvsmenning. Vit eru fá, og nettupp tí eiga vit at byggja brýr til samvinnu. Saman standa vit sterkari. Føroyingar eiga mong útbúgvin fólk, sum kundu verið partur av oljumenningini í Grønlandi. Og grønlendingar hava eisini longu bygt upp royndir, sum vit kundu fingið gleði av. Eitt nú hava teir tryggjað sær ein grønlendskan lut upp á umleið 12.5% í øllum loyvum, ið verða latin.
Oljuráðleggingarnevndin ráddi á sinni frá at stovna eitt alment føroyskt oljufelag. Tíðin er búgvin til, at vit taka hetta málið framaftur. Ein byrjan kundi so verið at hugt eftir, hvussu grønlendingar hava borið seg at og hví. Vit eiga at tora at taka fram aftur avgerðir, sum vórðu tiknar tá og spyrja: krevur nútíðin og framtíðin av okkum, at hesar avgerðir verða endurskoðaðar – og her møguliga eisini við grønlendskari hjálp.