ODDAGREIN: Kringvarpsgjaldið í vanda

Vit hava fleiri ferðir á hesum stað víst á tað órímuliga, sum fer fram í kapp­­ing­­ini millum almenna stovnin Kring­varp Føroya og privatu miðl­ar­­nar, sum bara liva av sølu, meðan Kring­varp­ið er skattafíggjað.

Men ringt at fáa pol­it­ikarar at skilja, hvussu mein­ings­leyst tað er at reka for­rætn­ing á privatum grund­ar­lag, tá tað mið­víst verður brotið niður av nið­ur­pínd­um al­menn­um stjór­um, sum útnytta støðuna fult út, eins og leiðslan í Kringvaprinum ger við at fara út í fullkomliga fyri­lit­a­leysa kapping – við at tjena peng­ar upp á at lata handilslívið fylla send­i­flatuna við lýsingum og spons­o­rat­­um, so tú ikki ein gong kanst hoyra ein morgunlestur, utt­an at hoyra at »sendingin er send í samstarvi við hendan ella handan.«

Vit halda tað eisini vera sera sig­andi um journalistisku linjuna hjá Kring­varp­inum, tá tveir útbúnir journa­listar á evstu rók sita og halda upp­lýsi­ng­um aftur, sum teir sa­m­bært lógini um alment innlit hava skyldu at lata, tá umbøn kem­ur, sum í hesum føri frá Miðla­hús­i­num.

Hevði Kringvarpið virkað sum tann public service stovnur, sum tað eig­ur at vera, so hevði leiðslan sæð eina æru í heldur at tamba lóg­ina um alment innlit – sum er ein av grundsúlunum undir fólk­a­ræð­i­num, tað tólið, sum fjølmiðlar við virð­ing nýta sum amboð til tess at varpa ljós á tað, sum ikki fer fram, sum tað skal.

Men leiðslan í Kringvarpinum, í hes­um føri tveir útbúnir journ­a­list­ar, vildu halda hesum upplýsingum aft­ur við undanførslum, sum bara kunnu hava til endamál at dylja ta av­talu, sum somu menn hava gjørt við eitt privat partafelag.

Ein av­tala, sum avdúkar, at eitt priv­at partafelag skal hava innlit í tað, sum fer fram í Krinvarpinum, all­ar ætlanir, sum eru.

Al­menni public service stovn­ur­in stendur á tromini, tá ein kommersiell áhugamál hava so stóra ávirkan. Hvussu langt eru vit so frá teirri støðu, at á­víst innihald verða gjørt aftur fyri eina lýs­ing­ar­av­talu?

Trúvirði hjá Kringvarpinum er í sera álvarsligum vanda.
Nú verður tað fíggjarliga grund­ar­lag­ið undir stovninum, sum verð­ur í vanda. Eitt Kringvarp kann ikki rekast á kommersiellum grund­ar­lag. Politikarar kunnu ikki for­svara at krevja fólk eftir Kring­varps­gjaldi til ein stovn, har handilslig á­hug­a­mál fylla so nógv.

Strik­ið tí lýsingar og sponsorat í Kring­varp­i­num, ella takið av kring­varps­skatt­in!