Hóast veðurgudarnir ikki vóru í sínum besta hýri allar teir kongaligu dagarnar, so er fatanin kortini tann, at vitjanin hepnaðist væl. Í hvussu er fór drotning við fylgi av aftur landinum við ynskinum um at koma skjótt aftur.
Tað, sum tó var serstakt við hesi vitjan, varð tann sannroynd, at bæði Fríðríkur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa vórðu við. Hon á síni fyrstu Føroyavitjan nakrantíð. Alla staðni har tey vitjaðu flokkaðust børn og tilkomin um ta vøkru Mary, og tað var tí heldur ikki so løgið, at hon fekk mest "uppmerksomheit" í fjølmiðlunum.
Føroyingar eru kendir fyri sítt gestablídni og tað slapp so sanniliga at standa sín roynd hesar seinastu dagarnar. Og ikki kann sigast annað enn, at móttøkan av kongsfamiljuni var framúr. Í øllum búplássum, har tey kongaligu vitjaðu, úr Vági til Gjáar og av Viðareiði til Gásadals var veruligur kongaligur dámur. Tað er tí heldur ikki ov nógv sagt, tá vit staðfesta, at føroyingar sum heild eru sera góðir við kongshúsið.
Margretha drotning og Heindrikkur prinsur, Fríðrikkur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa skulu vera so hjartaliga vælkomin at vitja vøkru oyggjar okkara eina aðru ferð.
Sosialurin