Eftir at vit fyrst hava havt trupulleikar at fáa avloysaraskip í summar,
er nú komið undan kavi, at Smyril kann ikki sigla í vetur. Orsøkin er
hon, at tað ber ikki til at fáa eykalutir til útgerðina, sum ger, at
skipið ikki rullar so illa. Tí skulu nýggir lutir til
aldu-stabilisatorin gerast, og hetta fer at taka fleiri mánaðir, kanska
eitt hálvt ár.
Álvaratos, hevur reiðaríið ikki vitað av hesum, ella er tað knappliga
komið undan kavi, at stabilisatorarnir vórðu so illa farnir, og at
eykalutir ikki fingust? Tað ljóðar í øllum førum løgið, tí eitt reiðarí
má fylgja betur við, hvørjum standi skipini eru í, so tey ikki verða
løgd í tíð og ótíð.
Tí skulu Strandfaraskip Landsins nú at leita eftir einum avloysaraskipið
at sigla Suðuroyarfjørð í vetur. Frammanundan hevur ljóðað, at tað
verður ikki lætt. Harafturat sigst, at kostnaðurin liggur millum 50.000
og 100.000 krónur um dagin.
Skal skipið so sigla í einar 5-6 mánaðir verður talan um kanska einar 15
mió.kr. at leiga eitt skip fyri. At leiga eitt skip fyri!!!
Hetta er kanska áleið tað sum tær 13 milliónirnar, sum Føroya Landsstýri
í síni tíð seldi Teistan fyri!!! Ein avgerð, sum var fullkomiliga
burturvið.
Eftir at hava havt trupulleikar av at fáa avloysaraskip, tá skipini
skulu til eftirlit ella viðlíkahald, í fleiri ár, og serliga í ár, má
politiski myndugleikin gera sær eitt greitt. Og tað er at taka undir
gamla uppskoti Javnaðarfloksins um at keypa eitt avloysaraskip, so vit
altíð hava eitt eykaskip at sigla, tá onnur skip eru á beding, ella
okkurt er áfatt.
Ruðulleikin í ár er dømi um, at skipanin millum stýrandi, játtandi og
tænastuveitandi myndugleikan riggar ikki nóg væl. Vinnumálastýrið hevur
ábyrgdina, og tað er eitt fólkakrav, at betri skil kemur í
samferðsluviðurskiftini!
Sosialurin