Men hóast andstøðan hevur eina pena framgongd upp á 7,2 prosent, so varðveitir samgongan kortini meirilutan av veljarunum, tí samgongan fær 50,5 prosent av atkvøðunum.
Tað er kortini ikki nóg mikið, tí vána útlitini hjá Sjálvstýrisflokkinum seta fyri triðju ferð á rað sambært kanningum – og fyri fjórðu ferð síðani valið – Sjálvstýrisflokkin uttan fyri politiska ávirkan, tí hann fær einki umboð valt á ting.
Skulu vit taka tølini akkurát sum tey eru, so kann Javnaðarflokkurin skipa samgongu við Akseli V. Johannesen sum løgmanni, saman við Tjóðveldi og Framsókn. Hesir flokkar hava drigið somu línu í fleiri málum – og so seint sum fyri 10 døgum síðani vísti Poul Michelsen á, at hann saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum er samdur í fleiri málum, sum áttu at verið nátúrlig hjá borgarligum liberalum flokkum sum Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.
Men so einfaldur er politikkur kortini ikki. Aksel Johannesen hevur fleiri ferðir víst á og lagt dent á, at hann ikki hevur avskrivað Sambandsflokkin. Hann sigur seg vóna, at »Sambandsflokkurin kemur aftur á beint«, og sipar hann tá til, at flokkurin – um hann kvettir við Fólkaflokkin, aftur verður at kenna sum tann traditionelli sosial-liberali flokkurin, so sum Edmund Joensen og onnur sambandsfólk eisini fleiri ferðir hava víst á.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa tilsamans 15 tingsessir, so teimum tørvar tveir afturat. Tað kundi so verið annaðhvørt Framsókn ella Miðflokkurin – ella kanska báðir.
Ein triðji møguleiki er so, at sitandi samgonga heldur fram. Men tað krevur, at Framsókn kemur upp í samgonguna – og tað tykist í verandi løtu treyðugt hugsandi.
Trupulleikin hjá Aksel Johannesen er tó tann, at Kaj Leo Johannesen eisini situr sum løgmaður aftan á valið. Tað styrkir um útgangsstøðið hjá Sambandsflokkinum at skipa nýggja samgongu. Tað sást eisini í 2008, tá Jóannes Eidesgaard bleiv løgmaður í CHE samgonguni, hóast Tjóðveldi hevði tveir tingsessir fleiri enn Javnaðarflokkurin. Hann hevði tá fyrimunin av at sita sum løgmaður.
Fullveldissamgongan tykist ikki sum ein møguleiki. Tjóðveldi kann ikki velja Jørgen Niclasen til løgmann. Og Fólkaflokkurin velur ikki Høgna Hoydal til løgmann.
Løgmanskandidatarnir eru tí sambært hesi kanningini taparin Kaj Leo Johannesen ella vinnarin Aksel V. Johannesen.









