Endamálið við stevnunu er at gera tað lættari hjá útisetum at koma í samband við føroyskar fyritøkur og stovnar. Á starvstevnuni verða viðkomandi framløgur um, hvussu ein skrivar og uppbyggir eitt CV og umsókn. Umframt hetta verður eisini greitt frá, hvussu starvssamrøður fara fram, og hvussu ein kann fyrireika seg til slíka. Harumframt fer Tórshavnar Kommuna (TK) at greiða frá praktiskum viðurskiftum, ein skal geva sær fær um, tá flutt verður heim aftur. Hartil fáa tær luttakandi fyritøkurnar/stovnarnir høvi til at siga nøkur orð um seg sjálvan.
Endamálið við framløgunum er at geva lesandi og útbúnum føroyingum høvi til at kunna seg um starvssøkjan og føroysk viðurskifti í sambandi við heimflytan. Harumframt fer TK at greiða frá praktisku viðurskiftunum, ein skal geva sær fær um, tá flutt verður heim aftur til Føroya og luttakandi fyritøkur og stovnar fáa høvi at lýsa seg sjálvan.
Ein vinnulívsmaður sigur í serblað okkara í gjár, at tað er eingin ivi um, at tað er stórur tørvur á einum tiltaki sum JobMatch. Vit fáa heilt einfalt ikki nokk fólk í Føroyum. Tá ein fyritøka ikki fær nokk fólk, er tað ein forðing í mun til menning og vøkstur. Samfelagið ger nógv fyri at tryggja føroyskum ungdómi góðar útbúgvingarmøgleikar. Orsøkirnar til, at vit royna at tryggja ungdómi okkara góðar útbúgvingarmøguleikar eru fleiri t.d. hetta, at tað er gott og gagnligt fyri fólk at hava eina útbúgving. Men hinvegin er heldur ikki yvir at dylja, at samfelagið hevur brúk fyri vælútbúgvnum fólki.
Ein fortreytin fyri støðugari samfelagsmenning er væl útbúgvið fólk. Í løtuni er hópin av føroyingum í holt við útbúgvingar av øllum sløgum. Hesar útbúgvingar koma í høvuðsheitunum einum øðrum landi til góðar umframt at tær eisini koma tí unga til góðar. Skulu Føroyar mennast til at vera millum fremstu lond á øllum samfelagsøkjum er tað avgjørd fortreyt, at størri partur av teimum, sum í dag eru undir útbúgving í útlandinum koma heimaftur. Men sum er eru nógvar forðingar fyri slíkari tilgongd. Tað er m.a. fyri at beina burtur nakrar av hesum forðingum at skipað verður fyri starvsstevnuni Jobmatch.
Hetta er eitt frálíkt tiltak og vit vóna, at útisetar taka væl undir við tiltakinum og at hetta tiltak fer at eggja landsmonnum- og kvinnum við útbúgving at koma heimaftur. Tað eru sjálvsagt nógv viðurskifti her heima, ið gera, at føroyingar við útbúgving ikki venda heimaftur. Sostatt er bert at ynskja tað besta fyri ráðstevnuna og tey ungu, ið vónandi fjølment fara at vitja oman á Norðurbryggjuna.
Sosialurin









