Nú Hans Pauli Strøm tekur seg aftur sum landsstýrismaður í heilsumálum standa allar Føroyar í spenningi og bíða eftir, hvør kemur í hansara stað. Hinvegin er ikki óvanligt í okkara grannalondum, tá ein ráðharri verður skiftur út, at tað verða gjørdar størri útskiftingar, tað, ið á fremmandum máli verður kallað rokada. At Javnaðarflokkurin enn ikki hevur tikið avgerð um, hvør skal í Hans Paulasa stað, kundi bent á, at flokkurin í veruleikanum umhugsar eina rokadu. Slíkar rokadur verða oftani brúktar til at geva einum flokki ella eini stjórn eina nýggja byrjan. Og spurningurin er, um ikki Javnaðarflokkurin júst hevur tørv á eini slíkari í løtuni, og um hon ikki nettupp kann gerast við heilt at broyta landsstýrissessirnar flokkurin umsitur. Teir eru jú ikki færri enn tríggir í tali. So her er upplagdur møguleiki fyri at seta við og velta upp úr nýggjum eisini.
Javnaðarflokkurin misti eitt tingfólk við seinasta val. Flokkurin misti eisini løgmansembæti. Og øll minnast vit telvingina í flokkinum eftir valið um, hvør nú skuldi í landsstýrið. Tá var ein av spurningunum, um Jóannes Eidesgaard yvirhøvur ynskti at umsita fíggjarmálini, nú tá Fólkafloksformaðurin ikki vildi góðtaka hann sum løgmann í eini ABC samgongu, ella um hann heldur skuldi velja at fara úr landsstýrinum heilt og heldur brúka sína orku í tinginum.
Øll hava loyvi at gera sær sínar tankar við eitt slíkt vegamót, og okkara boð er, at flokkurin fer at brúka hetta høvið til at gera størri broytingar, sum kunnu gagna flokkinum bæði inneftir og úteftir. Flokkurin hevur brúk fyri endurnýggjan. Vit gita, at Jóannes Eidesgaard ger álvara av síni ætlan eftir síðsta val heldur at brúka orku og dygdir sínar í tinginum eitt nú sum tann framúrskarandi røðari og debatørur hann er. At flokkurin sær tað skilagóða í at føra fram ein av nýggju og yngri kreftunum og setir Axel Johannessen í Fíggjarmálaráðið. Og loksins, at flokkurin tekur tann fyrr so kraftmikla tingmannin, Kristian Magnussen inn aftur í hitan og ger hann til heilsumálaráðharrra. Eitt starv hann fyrr hevur røkt við sera hepnari og avgjørdari hond. Ein slík rokada vil so eisini hava tað við sær, at flokkurin við tveimum spildurnýggjum andlitum á tingi, Jóannesi og Hans Paula, fær høvi og umstøður at markera seg nógv betur enn higartil. Júst tann sannroynd, at hesir báðir - Jóannes við sínum stóru retorisku evnum og politiska gløggskygni og Hans Pauli við síni sakligheit og punktligheit og ideologisku kjølfestu - kunnu lyfta flokkin upp aftur í løgtinginum, er ein avgerandi fortreyt fyri, at flokkurin kann vinna sína gomlu styrki aftur við eitt komandi løgtingsval.
Sosialurin










