Oddagrein· Jólaútgávur

Eingin kann siga, at vit føroyingar ikki eru produktivir, tá talan er um at geva út bøkur og fløgur. Hetta kemur so serstakliga til sjóndar, tá jólini nærkast. Og eins og undanfarin ár eru jólaútgávurnar nógvar. Fløga oman á fløgu, og bók oman á bók. Tað fer ikki dagur nú undan jólum, at miðlarnir ikki siga frá nýggjum og eisini áhugaverdum útgávum. Sumt av hesum er afturvendandi tvs. at tað eru somu fólk, sum geva út bøkur og fløgur ár um ár.

Millum mongu nýggju bókaútgávurnar eru eisini tvær, sum Sosialurin gevur út.

Tann eina er afturvendandi. Tað er bókin við tekningunum hjá okkara teknara, Óla Petersen. Bókin er ein lýsing av nógvúm av tí, sum er farið fram í árinum, sæð við eygunum hjá teknaranum. Men nakað serligt er við hesi bókaútgávuni í ár. Skemt 2003 er nevniliga eitt slag av eini jubileumsbók. Hon er tann fimtanda í røðini. Ikki kann sigast annað enn, at teknarin hevur verið produktivur og áhaldandi. Tríggjar ferðir um vikuna í samfull 15 ár hevur teknarin á Skála sent sínar tekningar til blaðið á Argjum, sum hevur prentað tær á baksíðuni. Tá talan er um føroyska bókaútgávu má sigast, at her er talan um føroyskt bókamet, tá hugsað verður um eina føroyska framhaldsrøð.

Samstarvið millum blað og teknara byrjaði í 1989, tá blaðið prentaði teknirøðina "Stavnur og Snar", sum Óli P hevði gjørt. Og við hesum samstarvinum fór so eisini startskotið av til ta fyrstu bókina við baksíðutekningum, sum fekk heitið Skemt. At tað er annað enn bara skemt vita vit, tí talan er eisini um eina álvarsliga endurspegling av ikki minst politisku søgutilgongdini her á landi øll hesi mongu árini.

Nú talan er um eina jubileumsbók verður eisini gjørt eitt sindur burtur úr. Blaðið hevur heitt á trý fólk um at velja út tær "15 bestu" øll hesi árini. Tvs. tað sum tey halda vera ta bestu tekningina hvørt árið. Síðani eru allar hesar tekningar litlagdar. Hetta er eisini gjørt fyri at vísa lesarum og áhugaðum, at møguleikar eru at fáa allar tær 2500 tekninganar hesi 15 árini í liti. Er onkur tekning, sum fólki dáma serstakliga væl kunnu tey seta seg í samband við blaðið, og vit fáa professionell fólk at leggja lit á. Nú tann fimtanda bókin er komin í bókabúðirnar er teknarin farin undir at gera sínar fyrstu tekningar til Skemt 2004, sum kemur út til næstu jól. Vit skulu á hesum stað takka Óla P fyri hansara dygdararbeiði og áhaldni. Vónandi verða tekningarnar partur av blaðnum í mong mong ár aftrat.

Hin bókaútgávan hjá blaðnum er bók um Stalin, sum rithøvundin Hanus Kamban hevur skrivað. Í bókini er greinarøð, sum Hanus Kamban hevði í Sosialinum fyrr í ár. Hanus, sum telist millum okkara frægu rithøvundar, hevur í mong ár verið gestaskribentur á blaðnum við eini ørgrynnu av áhugaverdum og viðkomandi greinum og hugleiðingum. Vit halda evnið hann hevur valt at skriva um er sera viðkomandi fyri okkara tíð eisini, har mannarættindini mangastaðni kring heim verða vanvird. Bókin er so avgjørt eitt gott íkast til orðaskiftið um demokrati og mannarættindi. Vit vilja takka høvundanum fyri at hava loyvt okkum at geva út avbera áhugaverdu og vælskrivaðu greinarøð hansara um Stalin.

Tað skal eisini vera okkara vón, at blaðið við hesum báðum útgávum hevur verið við til at ríka føroyska bóka- og mentanarheimin.

Sosialurin

Sosialurin