Oddagrein· Ivasom framferð

Vit hava seinastu dagarnar hoyrt og lisið um ráðstevnuna, sum Norðuratlantsbólkurin hevur skipað fyri á fólkatingi. Eisini Sosialurin var við til at dekka stevnuna. Nú aftaná er rætt at steðga á og opið og sakliga at seta spurningar. Eisini til sjálvrannsakan.

Eingin kann nokta Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi at halda tær ráðstevnur, ið bólkinum lystir. Ráðstevnur kunnu vera bæði gagnligar og upplýsandi. Hinvegin eru nakrar spælireglur í føroyskum politikki, sum ikki eiga at verða brotnar, uttan mun til hvussu freistandi, tað enn er. Tað hevur alt tað, vit vita, verið ein óskrivað meginregla, at føroyskir fólkatingsmenn, staddir í Danmark, eru loyalir móti einumhvørjum sitandi landsstýri. Tað hevur verið siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn nýta ikki sín fólkatingssess til tess at seta danir upp ímóti politiskum mótstøðumonnum í Føroyum. Tað hevur higartil verið siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn vinna sær ikki politiskar fyrimunir á fólkatingi undir umstøðum, har politiski mótstøðumaðurin- ella flokkurin ikki fær vart seg.

Gamla orðið, sum sigur "Tað er ringur fulgur, ið drýtur í egið reiður", hevur verið ein góð meginregla, og tað kann staðfestast, at fólkatingslimir til hendan dag hava livað upp til hetta gamla orðið. Tað bar altíð til at boða frá sínum ósemjum og tað hevur altíð verið sigur, at føroyskir fólkatingsmenn markera síni sjónarmið, eisini tá hesi vóru í andsøgn við rikna politikkin í Føroyum. Men hagani frá og so til, at skipa fyri ráðstevnu við tí endamáli aktivt at má støðið undan politikkinum hjá eini samgongu heima, soleiðis sum hetta verður lagt upp, er ov langt lop. Blokkurin ella heildarveitingin er ein spurningur, sum skal gerast av her heima í Føroyum á Føroya løgtingi. Hetta er eitt hitt størsta politiska málið hjá sitandi samgongu. Tað er tí ikki fair at fara aftur um bakið á løgtingsmeiriluta og landsstýri at ávirka danir í einum máli, har sitandi samgonga hevur ein heilt annan og púra greiðan politikk. Tað er stórur meiriluti á tingi og millum manna fyri at varðveita blokkin. Er tað so ikki eitt sindur illoyalt av andstøðuni at arbeiði aktivt móti hesum politiska vilja fólksins uttan fyri landoddarnar? Kann verða spurt. Men lat okkum bara fáa eitt orðaskifti um blokkin, uppá gott og ilt. Ikki ikki bert sæð frá tí einu síðuni.

Ráðstevnan hjá Norðatlantsbólkinum er ein greið markering av, at einki samstarv av álvara verður millum andstøðu og samgongu. Andstøðan hevur við álopinum á blokkin niðri í Danmark av álvara lagt sjógv millum seg og samgonguna. Hetta kunnu fólk harmast um ella fegnast um alt eftir lyndi og politiskum liti. Eftir stendur, at andstøðan, hóast alt hetta ivaleyst er gjørt við hinum besta vilja í eygum hjá mongum, er komin at standa sum ein illoyal andstøða. At verða mett sum ein illloyal andstøða er nakað av tí versta, sum kann henda fyri eina andstøðu. Tað er eisini sera ósunt fyri fólkaræðið og álitið millum flokkarnar á tingi. Vit hava brúk fyri bæði samgongu og andstøðu, og hóast hesar stríðast hvør fyri sínum áhugamálum, so mugu hesar royna at liva upp til tær demokratisku, skrivaðu og óskrivaðu reglarnar, sum galda.
Sosialurin