ODDAGREIN: Ikki eykaskatt fyri tunlar

So kom aftur eldur í málið um Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in. Hesaferð var or­søk­in, at Bank­Nord­ik er kom­in við ein­um fígg­ing­armodelli, har tað skal vera eitt al­ment parta­felag, sum eig­ur og bygg­ir Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in – og sum eisini skal eiga hinar und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar. Hug­skot­ið er, at inn­tøk­an frá øll­um tunl­u­num skal tryggja inn­tøk­u­grund­ar­lagið so­leiðis, at trygd er fyri, at lán­ið verð­ur aft­ur­rindað.

Fyri so vítt er hetta sama modell, sum vit hava hoyrt áður. Jóannes Eid­es­gaard var eisini skjótur úti við sín­ari hugsan – at hesin leisturin »fekk mál­ið um Skála­fjarð­ar­tunn­il­in aftur á beint«.
Tað er kanska ikki so løgið, at part­ar av politiska myndugleikanum ikki eru so heitir fyri, at ein slík sam­ferðslu­útbygging verður gjørd á privatum grund­arlag. Eisini tað, at nevnd­ar­limir í felagnum høvdu útvegað sær persónlig partabrøv fyri fleiri hundrað túsund krónur skap­ar pol­it­iska mót­støðu. Og illa var, um slíkt ikki elvdi einum slík­um fel­ag mótstøðu.
Hinvegin so er tað eisini ein hersk­in biti hjá vágafólki og norð­oy­i­num at svølgja, at teirra tunlar ikki verða ó­keyp­is at koyra ígjøgnum, tá teir eru út­goldn­ir, soleiðis sum ætl­að hev­ur verið. Tí er hetta sjálvandi ein trup­ul­leiki, sum ikki er so heilt ein­fald­ur at loysa. Men eyðsæð er, at møg­u­leikin fyri at tað almenna má taka um endan, um verkætlanin skal ger­ast veruleiki, er til staðar.
Jóannes Eidesgaard nevndi, at vit eisini kunnu fara at taka tunn­ils­­­­gjald fyri Koll­a­­fjarð­ar­tunn­­­il­in og brúgv­­­­a­gjald fyri brúnna um Streym­­­­in – og at vit eis­ini kunnu leggja eitt eyk­­­a­­gjald á veg­­skatt­in, til tess at fíggja sam­ferðslu­út­­bygg­­ing­­ar. Álv­­ar­­­a­­tos, Jóannes Eid­es­gaard, nú mást tú líka stýra tær. Eitt er tað, at fólk mugu liva við ein­um tun­n­ils­g­­jaldi fyri und­ir­sjóv­ar­­tunl­­ar­­nar. Hetta var prísurin fyri at sleppa at koyra heldur enn sigla, og gjald­ið er eisini munandi lægri, enn tað var fyri at sigla. Men at taka gjald fyri at koyra um eina brúgv, sum er 40 ára gomul og ein tunn­il, sum er 20 ára gamal, tað er jú bein­leiðis at halda fólk fyri gjøldur. Og at fara at leggja ein eykaskatt á bil­eig­ar­ar, tað er í øllum førum púra hol í høvdið. Tí tá frátekur tú okk­um val­møg­u­leik­an. Tá hava vit ikki eitt brúk­ar­a­gjald, sum vit kunnu velja at sleppa und­an, tá hava vit ein eykaskatt. So var betur, at vegskatturin varð av­tik­in, og at eitt gjald var lagt oman á brenn­i­­evn­ið. So var tað tann, sum brúkti veg­a­kerv­ið, sum rindaði, og tað er væl sakt­ans ikki annað, enn rím­u­ligt.
At tað almenna tekur um endan, tað er í ordan. Men tað skal ikki seta hin­ar lands­part­ar­nar verri fyri.