Oddagrein:Øði valdast

Tað er ikki eiti á sum onkur oddagrein okkara hevur fingið øði í. Tað var ongantíð ætlanin. Atfinningar eru so ymiskar, og ymiskt er, hvussu fólk taka slíkar. Nú skulu vit ikki taka dagar ímillum, hvør loypir framav ella ikki, men SL stjórin skal hava takk fyri, at hann við klæðiligum lítillætni greiðir frá sínum virksemi.

 


Kalla okkum gamaldags, men munurin á einari eykajáttan, har alternativið er at leggja skip stilt, um játtanin ikki verður givin, og so at fara útum eina játtan, er ringur at fáa eyga á.


Politiski undirtónin í tí, vit skriva er, at vit halda, at ferðafólkaflutningur í Føroyum er ein almenn uppgáva, og tí er tað av alstórum týdningi at eventuellir bygnaðartrupulleikar verða umrøddir. Konstruktiv umrøða má kunna fara fram uttan, at fólk fara í defensivin, sparka aftireftir og idealisera nútíðina. Strandferðslan hevur verið, er og fer vónandi framyvir at vera ryggásin í føroyskum ferðafólkaflutningi.


Tað áhugaverda er ikki, um ein leiðsla kann lastast fyri eitthvørt. Vit fokusera uppá bygnaðin í tí almenna, og har er adressan sólarklár. Ovasta ábyrgd tá tað kemur til bygnaðartrupulleikar liggur hjá løgmanni.


Vit dittaðu okkum at nevna rakstrarútreiðslurnar á SL. Rakstrarkostnaðurin av innanoyggjaflutninginum er á leið 40% hægri í dag enn í 1995. Strandferðslustjórin sendur okkum so eitt granskoðaracitat, ið sigur at leiðslan hevur so onga ábyrgd av tí. Trupulleikin er ikki hvørs feilurin er, trupulleikin liggur í tí faktum, at raksturin er dýrari enn nakrantíð.


Tað hjálpir ikki, at man veit hvar hvør króna er farin, og hvørs feilur tað ikki er.


Trupulleikin liggur í skipanini, og óansæð hvussu góð fólkini eru, so verða tey ikki betur enn tann skipan tey virka í, so eingin grund er at taka kritikk av eini skipan persónliga og fara at brúka so sterk orð sum øði.


Man má ikki sovna av føgrum orðum hvussu gott og professionelt alt er í tí almennu skipanini í dag. Hvat sigur skattgjaldarin? SL stjórin sigur, symptomatiskt fyri umsitingarliga ættarliðið hjá sær, at ?Politiski myndugleikin hevur ongantíð fyrr fingið nakað slíkt brúkiligt fakligt tilfar frá SL, sum grundarlag fyri at taka skilagóðar avgerðir um samferðsluna.?


Niðurstøðan av omanfyristandandi má vera, at politikarnir í sjeytiárunum hava verið framúr dugnaligir, tá teir hava kunnað tikið skilagóðar avgerðir uttan ?slíkt brúkiligt fakligt tilfar?. Spurningurin er so hvørjar avgerðir fara at verða tiknar í dag, tá nú grundarlagið er so framúr gott, sum menn vilja vera við.


Sosialurin