Tað bleiv so ikki hesaferð og mugu vit tí aftur til at bíða. Og vit mugu geva tol siga oljufólkini, tí tað skulu vanliga borast nógvir brunnar, áðrenn tú rakar við lønandi oljufund. Talan verður neyvan um nýggja boring fyrr enn um tvey ár.
Eitt veruligt fund á landgrunninum hevði annars verið góð marknaðarføring av einum føroyskum oljuøki at havt við í skjáttuni, tá føroyingar í næsta mánað fara til Aberdeen á altjóða oljuráðstevnu. Men sum skilst er blussið sett nógv niður hesaferð - vit luttaka men sera skerd. Og man tað eisini vera rætt. Eingin orsøk er til ta stóru føroysku luttøkuna á oljuráðstevnu hesaferð, men heldur eingin orsøk til heilt at halda seg burtur. Vit mugu so eisini vóna, at Oljuvinnufelagið, sum hevur tikið sær av okkara egnu lokalu oljuráðstevnu eina ferð um árið, ikki missir pippið orsakað av hesum seinasta brunninum men heldur tørn og skipar fyri oljuráðstevnuni aftur í ár.
Vit eru komin hálva leið í 1. útbjóðing og enn resta fýra brunnar at bora. Støða skal takast til nøkur sera áhugaverd 9 ára loyvi og til eina nýggja útbjóðing. Tað er greitt, at nógv stendur á okkara oljumyndugleikum, sum fyri nøkrum árum settu út í kortið eina spennandi leiting á landgrunninum. Hóast oljufeløg hava bundið seg til at bora fýra brunnar aftrat, so hevur tað alstóran týdning fyri okkum ikki bara at varðveita men eisini økja um áhugan fyri okkara øki. Vit eru í kapping við nógv onnur meira áhugaverd og bíligari leitiøki úti í heimi, og so leingi oljuprísurin er rímuliga høgur eru vit við í kappingini. Men tað skulu heldur ikki tær stóru broytingarnar til og vit eru "out of business". Tað er slíka støðu, sum vit mugu gera nógv fyri at forða.
Hetta er nakað, sum onnur leitiøki í heiminum eitt nú bæði Írland, Grønland og Falkland hava merkt sviðan av, nevniliga hetta at áhugin fyri hesum nýggju økjunum fyrst var ovurhonds stórur til so at minka niður í einki, tí einki lønandi fund varð gjørt. Hetta er marran hjá øllum nýggjum leitiøkjum og tað, sum okkara oljumyndugleikar nú skulu til at berjast ímóti av álvara - at tryggja, at oljufeløgini ikki missa áhugan fyri at gera framhaldandi kanningar og boringar her. Tað er so aftur ein ballansugongd, hvussu tú ger økið attraktivt við teimum treytum tú setur feløgunum.
Hetta kundi so verið ein partur av komandi oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í vetur. Tvs. hvussu fáa vit oljufeløgini at varðveita áhugan fyri okkara øki samtíðis sum vit eisini tryggja okkara egnu áhugamál við tilknýti til eina oljuleiting. Og kann tað hugsast, at ymisk viðurskifti, treytir og reglur, sum vit hava sett í sambandi við hesa nýggju vinnu, eiga at endurskoðast!
Sosialurin