Oddagrein· Hvussu fáa vit tey ungu at støðast?

Vit hava í bestu tiðum upplivað at havt nettofráflyting av fólki. Hetta burdi fingið alt tað politiska umhvørvið at ressast, tí um fólkatalið fellur í uppgangsárum, hvussu fer ikki at vera í fellisárum? Vit vita av søguligum royndum, at føroyingar eru kvikir at stinga í sekkin, um tíðirnar versna munandi. Vit mistu meir enn 10% av fólkatalinum í einari kreppu, sum vardi minni enn tvey valskeið, og lítið er at ivast í, at slíkt kann endurtaka seg, um illa veit við.

Nú er tað sjalvandi ein partur av teimum, sum fara av landinum, ið bert fara fyribils í útbúgvingarørindum. Hetta er gott, tí tað er sunt fyri Føroyar at hava vælútbúgvið fólk, sum hava sæð heimin uttanfyri landoddarnar. Spurningurin er so bara, hvussu vit fáa hesi fólk heimaftur, heldur enn at tey vera verandi í øðrum londum.

 

Seinnu árini er mynstrið eisini broytt. Fleiri og fleiri ungfólk velja at nema sær útbúgving uttanfyri Danmark. Hetta er frálíkt. Vit liva í einum heimi, sum verður støðugt meira altjóðagjørdur, og tá er umráðandi at hava vælútbúgvið fólk í Føroyum, sum dugir at venda sær í nógvum ymiskum mentanum og málum.

 

Tað at mynstrið broytist, broytir eisini krøvini til Føroyar, um landið skal gerast lokkandi hjá ungum vælútbúnum fólki at flyta heimaftur til. Fyrr, tá so at siga øll nomu sær hægri útbúgving í Danmark, so var eitt sindur einfaldari at vita, hvat Føroyar hevði at kappast við. Nú sløðast føroysk lesandi nógv meiri víða, og tí er samanberingargrundarlagið hjá føroyskum lesandi nógv meira fjølbroytt enn nakrantíð fyrr.

 

Tað nyttar ikki longur bert at hyggja at donskum skipanum, tí tað er als ikki vist, at tað er tað, sum við tíðini kemur at trekkja tey ungu heimaftur. Ein kanning var gjørd herfyri, sum vísti, at livikostnaðurin í Danmark lá umleið 40% omanfyri miðalið fyri ES. Um Danmark liggur umleið 40% omanfyri, so liggja Føroyar helst enn longur uppi. Hvussu lokkandi er hetta fyri føroyskar útisetar? Serliga, tá hugsað verður um útisetar uttanfyri Danmark, sum støðugt økjast í tali.

 

Sjálvandi vil tað altíð vera dýrt at liva í Føroyum, men spurningurin er, um vit hava røttu balansuna í løtuni. Okkurt er í hvussu so er galið, tá fólk í bestu tíðum flyta av landinum í øðrum enn útbúgvingarørindum.

 

Hetta verður ikki politiskt viðgjørt í løtuni. Heldur ikki millum valevni. Tey kappast bert um at fortelja, hvat vit skulu fáa afturat av øllum møguligum útreiðslupostum á fíggjarlógini, sum skal lokka fólk heimaftur. Eingin tosar um, hvat kann hava stygt seinastu tvey árini, og hvat tann meira altjóðagjørdi ungdómurin fer at samanbera við um 10 ár. Tað verður neyvan bert Danmark.

 

Sosialurin