Tað rætta er at lata Føroya fólk seta hesa dagskrá, og tað gerst bert við at lurta eftir, hvat rørist í fólkinum. Hvør sigur tey halda, at tað skal snúgva seg um yvirtøkur, heldur enn um at betra umstøðurnar hjá vinnuni og hjá fólkinum sum heild.
Limirnir í arbeiðarafeløgunum og í arbeiðsgevarafeløgunum, fiskimenn, stjórin á Fiskavirking, flakakvinnurnar á Eiði, arbeiðsmenninir á Tvøroyri, dekkararnir á Brimli, lærararnir í Ósáskúlanum, pensionistarnir í Hvalba, borifólkini í Vágatunlinum osfr. eru fólkini og ikki sitandi politikararnir, sum skulu seta dagsskránna til komandi løgtingsval. Politikararnir hava skyldu til at fara út til fólkið at vita, hvat rørist í samfelagnum, hvussu hvør einstakur livir og hugsar. Tað er skylda teirra alla tíðina at taka pulsin á fólkinum, á samfelagnum. Tað vil altíð vera ein vandi í, at politiska umhvørvið er so ?sammenspist?, at tað livir av tí beru returinformatión, tvs. at politikararnir hava nokk í sær sjálvum og hvørjum øðrum. At fólkini, ið hava valt teir, líkasum fara í gloymskuna, tí ávís hjartamál hjá ávísum politikarum taka alla orku og tíð ? uttan at hesi neyðturviliga eisini eru hjartamál hjá fólkinum. Sjálvandi hava politikararnir skyldu til at seta út í kortið, men ikki bara einsamallir.
Er tað ikki nettupp hetta vit hava sæð hetta valskeið, har tað hevur eydnast einum flokki at seta kílar millum Føroya fólk við at bólka tey í fullveldisfólk og ikki fullveldisfólk ? tað góða móti tí ringa. Hvítt ella svart. Antin ella. Politikarar og fólk, ið vilja brúka millumloysnir og konsensuspolitikk at byggja samfelagið á, eru skýrd vánaligir føroyingar og nú eisini grenj.
Sami flokkur roynir nú eisini at misbrúka oljuna í valstríðnum. Sambart ÚF skal okkara fíggjarmálaráðharri hava sagt við Morgunblaðið, at vit fáa sjálvstýri um 4 ár, tí tá fara oljuinntøkur at avloysa blokkpengar. Tað undrar, at maður, ið annars ber varsemi í sínum skjølduri, nú brádliga skal blanda oljuinntøkur, sum vit enn einki vita við vissu um, uppí komandi fullveldistøku. Tað er óbúgvið og ábyrgdarleyst. Fíggjarmálaráðharrin veit, at tað ganga í minsta lagi 8-10 ár, áðrenn føroyska samfelagið fer at fáa munandi inntøkur frá møguligari olju. Og hann veit eisini, at eingin í dag veit við vissu, um lønandi nøgdir av olju finnast her. Álíkavæl fer hann út og erklerar føroyska statin at gerast veruleiki um 4 ár, tí olja kann avloysa blokk. Latið fólkið seta dagskránna og ikki slíkar politikarar.
Sosialurin