Oddagrein· Hvassorðað Búskaparráð

Frágreiðingin frá Búskaparráðnum er ikki upplívandi lesnaður. Peningastovnar og landsmyndugleikar fáa av at vita.. Peningastovnarnir hava elvt til búskaparsveiggj og sama verður sagt um ABC samgonguna, sum gav ógrundaðan skattalætta. Framtíðarmetingarnar eru svartskygdar. Búskapargongdin er skeiv, skattagrundarlagið er minkandi, og haraftrat verður nýtslan minni. Minni nýtsla merkir færri inntøkur frá avgjøldum, eitt nú MVG. Hinvegin fara útreiðslurnar hjá landskassanum kortini at vaksa, og úrslitið verður so aftur stórt undirskot á fíggjarlógini fyri 2009.

Búskaparráðið nevnir atgerðarmøguleikar til tess at fáa javnvág í landskassaraksturin. Fortreytirnar eru ikki mjúkar, nevniliga antin at skerja útreiðslurnar ella at økja um skattainntøkurnar - harðir valkostir, ið politiskt koma at kosta einihvørjari samgongu. Hesi tiltøk bøta heldur ikki um hóttandi kreppuna, men styrkja heldur um afturgongdina. Tað, sum ráðið her hugsar um man sostatt vera, at fyrimunurin við hesum tiltøkum er sostatt, at ein við javnvág á fíggjarlógunum sleppur undan at koma í somu stóru almennu skuld sum í áttati og nítiárunum.

 

Møguleikin, at landsstýrið ístaðin ger av at halda fast og ríða stormin av sær, verður nevndur, hvat hetta so enn merkir. Men tað verður undir øllum umstøðum neyðugt við nøkrum tiltøkum, um afturgongdin stendur leingi við, undirstrikar Búskaparáðið. Neyðugt verður við nýggjum inntøkum til landskassan og her sær ráðið bert tveir møguleikar nevniliga at innføra bústaðarskatt og at avtaka rentustuðulin – uppskot, ið eru eins væl meint og tey eru politiskt ómøgulig. Talan er um halgineyt í føroyskum politikki, og ikki er sannlíkt, at ein ABC samgonga fer at nema við hesi øki.

 

Stóra málið er fiskivinnan, ið rúmar nógv í frágreiðingini. Myndin er einvíst svartskygd, og ráðið kemur tíverri ikki við nøkrum ítøkiligum uppskotum til bata fyri støðuna. Fyrst verður staðfest, at peningastovnarnir hava trýst búskapin so nógv fram, at framleiðandi vinnurnar nærum hava verið gloymdar. Hetta er hugvekjandi og ikki sørt óhugnaligt. Dómurin yvir rikna fiskivinnupolitikkin er knúsandi: Trupulleikar eru á snøgt sagt øllum økjum – við fiskastovnum, stovnsrøkt og fiskidagaskipan, við eginpeningi, við rakstri, við skuld, við gjaldføri og við eini bruttoinntøku sum er á 2002 støði o.s.fr. Hóast munur á reiðaríum og skipum, so siglir fiskiflotin búskaparligan vandasjógv, og støðan bert versnar.

 

Samantikið er lítil uggi at finna í hesi frágreiðing. Tað er eingin øvundaverdur setningur at skula finna og seta í verk tiltøk at venda gongdini og steðga tí kreppu, sum er undir uppsigling. Men gongd er komin á almenna orðaskifti, og støðan verður umrødd innan sum uttan fyri samgonguna. Vit eru við at líta sannleikanum í eyguni. Í kvøld verður almennur fundur, har nøkur av okkara bestu høvdum viðgera evnið. Vónandi fara góð hugskot at koma í ljósmála í kvøld eins og í næstu framtíð.

Sosialurin