Tað, ið ørkymlar, er, at løgmaður skal hava fingið Laksáfoss at ganga við til at skerja í rakstrinum á fíggjarlógini heldur enn røra við íløgurnar, nakað, ið mong síggja sum reinan fólkaflokspolitikk. Hvat siga javnaðarfólk til hetta! Vit vita, at skal strammast í á fíggjarlógini, so fer hetta at ganga út yvir tey alment settu, tey, ið Javnaðarflokkurin plagar at verja. Hvussu kann løgmaður nú liva við, ja hann hevur entá sjálvur givið Laksáfoss boðini, ið bera í sær, at tað vera uppsagnir hjá tí almenna. Og samtíðis krevur Strømmurin fleiri pengar.
Tey eru mong, sum taka seg til høvdið og spyrja, um løgmaður er við at fremja politiskt harakiri. Onkur spyr entá, um løgmaður longu man hava givið skarvin yvir, nú hann innsær, í hvussu stóran mun hann hevur lagað politikkin eftir Fólkaflokkinum, ja at hann entá ikki setir seg føran fyri at fara í eitt valstríð, sum heilt vist fer at verða merkt av eini sera stórari ónøgd millum ikki minst javnaðarfólk fyri tann ”í lummanum á Fólkaflokkinum” rikna politikkinum í Tinganesi!!!
Tað, sum er minst haldbart fyri løgmann og Javnaðarflokkin, nú val nærkast, eru manglandi útspælini frá løgmanni og mótsigandi útspælini frá hansara egnu monnum. Fólk spyrja, um løgmaður ikki í ov stóran mun hevur girt seg inni á ”forsetaborgini” í Tinganesi sum tann alfaðirligi forsetin og harvið hevur gloymt bæði sítt egna bakland, flokkin og fólkið! Eingin ivi er hinvegin um, at í øllum flokkum hava fólk stóra virðing fyri løgmanni, tá hann traðkar fram sum landsins hægsti maður. Hann er tignaðarligur, skilagóður og virðiligur og dugur væl at umboða tjóðina. Men hví girðir sami løgmaður seg inni á forsetaborgini, tá politiska og samfelagsliga vindmegin fer upp um 20 m/s? Tá tað um stórmál sum bankasølu og aðrar aktuellar samfelagsligar spurningar ræður? Løgmaður er alt ov lítið sjónligur í dagliga samfelagskjakinum. Nú at stíga fram stutt fyri eitt val kann sjálvandi bøta um hetta undirskot, men tað kann eisini gerast ein boomerangur, tí tá er álitið kanska longu fokið.
Sosialurin