Skeivleikarnir skyldast valdømisskipanina, ið er afturútsigld, tí at fólkatalið og fordeilingin eru nógv broytt, síðan henda skipan var gjørd.
So dúgligani sum kjakið um valskipanina gekk eftir seinasta val, so var næstan væntandi, at hon nú fór at blíva broytt, men í dag sær øðrvísi út. Politiska kjakið um valskipanina er tagnað, og fryktast kann fyri, at einki hendir, fyrr enn fólk aftur eftir næsta val fara at kjakast um hesa skipan, eftir at enn ein skeivleiki er staðfestur. Hetta hevur so at siga verið ein siður eftir seinastu valini.
Tað skal vera okkara vón, at Løgtingið fer at broyta valskipanina, soleiðis at skeivleikarnir verða burtur. Akkurát hvussu hon skal broytast eru fólk ymisk á máli um, men tað tykist verða rímiliga breið semja millum fólk, at ein broyting ella dagføring er neyðug.
Tað einklasta hevði verið at gjørt Føroyar til eitt valdømi, har listarnir fingu tað tal av Løgtingslimum, ið samlaða atkvøðutalið hjá teimum rættvísgjørdi. Hetta hugskot fellir tó ikki í góða jørð allastaðni, so kanska kundi ein pragmatisk byrjan verið at fækkað talið av valdømum og dagført umboðanina, so hon hóskaði til fólkatalið í dag og ikki fólkatalinum fyri 30 árum síðani.
Tað tykist sum um, at fólk frykta eina miðstaðardominatión í einari skipan við einum valdømi. Ivasamt er tó, hvussu verulig hendan hóttanin er. Nær byrjaðu føroyingar av álvara at geva sær far um teir politisku bøgarðarnar, sum valdømini nú einaferð eru?
Um vit líta aftur um bak, so er ikki so langt síðani, at vit høvdu listauppstilling, har flokkarnir høvdu nummereraða uppstilling, eins og íslendarar hava enn í dag. Tá var verri enn so altíð, at toppkandidatarnir vóru úr valdøminum, har stillað var upp. Jógvan Sundstein var til dømis fyrst valdur í Eysturoynni. Erlendur Patursson sáli stillaði onkuntíð upp í Sandoynni og Sigurð Joensen sáli stillaði onkuntíð upp í Norðurstreymoy. Hetta var ikki óvanligt tá, og hóast vit onkuntíð síggja uppstilling av fólki búsitandi í øðrum valdømum í dag, so er tað sjálvdan at hesi valevni verða vald.
Vónandi gloyma okkara fólkavaldu ikki hetta málið, og gera tær broytingar, ið skulu til, so at vit eftir næsta val sleppa undan afturvendandi kjakinum um vansarnir við núverandi valdømisskipan og um hvussu ótíðarhóskandi hon er.
Sosialurin