ODDAGREIN: Hvør eigur fólkins ogn?

Málið um fiskiloyvini – fólks­ins ogn – sum verða seld fyri mill­i­ón­ir og koyrd­ar í priv­at­ar lummar, var á bredd­a­num í Degi og Viku fríggja­kvøld­ið. Høvið var, at lands­stýr­is­sam­gong­an hevur í umbúna aft­ur at seta í gildi eina skipan við rull­andi fiskiloyvum.

Eftir gomlu skipanini, sum var gald­andi til 2007, vóru fiskiloyvini rull­andi í 12 ár. Tað merkti, at tann sum hevði fiskiloyvi, altíð hevði eina 12 ára uppsagnartíð. Tí bar til at kap­i­tal­i­sera ta til­feing­i, sum kundi fisk­ast hesi árini, og so selja fiski­rætt­ind­ini saman við skipinum.

Á henda hátt hava reiðarar vunn­ið hudrað­tals mill­i­ón­ir upp á at selja rætt­indi til til­feingi, sum vit øll eiga.
Vit kenna søguna úr Íslandi, har nakr­ar fáa familjur tjentu seg ov­ur­ríkar á henda hátt, meðan tey, ið keyptu, settu somu rættindi í veð og skuld­ar­bund­u flotan, sum soleiðis varð nið­ur­pínd­ur.

Hetta er ein ónd ringrás – sum tí­verri eisini sæst her hjá okkum. Nógv­ir peng­ar eru tikn­ir úr vinn­uni, sum í veru­leik­a­num áttu at kom­ið okk­um øll­um til góð­ar, tí tað kann ikki verða rætt, at nakr­ir fá­ir per­són­ar so­leið­is skulu kunna gera sær dælt og ríka seg upp við at selja fólks­ins ogn. Og vit tosa altso um ein­stak­ar handl­ar fyri hundrað­tals milli­ónir krónur!

Men so­leið­is er støðan, tí vit hava eitt pol­it­iskt syst­em, sum ynsk­ir eina slíka skipan. Og tá vit hava eitt pol­it­iskt syst­em, sum vil tað, so er tað tí, at vit hava velj­ar­ar, sum ynskja, at vit hava eitt politiskt syst­em, sum vil tað.
Eins og í Íslandi, so hava hesi fól­kini, sum hava takið á vinnu­tólu­num í fiski­vinn­uni so stórt tak á pol­i­tik­ar­um – kanska ser­liga í ein­um á­vís­um flokki, at hetta verður ikki broytt, og øll lands­stýr­ið føra fiski­vinnu­poli­tikk­in ­hjá Fólk­a­flokk­i­num. Tað hava vit sæð bæði við Javn­að­ar­flokk­i­num, Tjóð­veld­i­num og Sam­b­ands­flokk­i­num. Hes­ir flokk­ar megna ikki at skipa seg í sam­gongu utt­an um Fólk­a­flokk­in, og so leingi, sum Fólka­flokk­ur­in sam­starv­ar við onkr­an av hes­um flokk­um, so verður skipanin ikki broytt.

Men tað er í síðsta enda veljarin, sum ger av, hvussu leikur fer. Spurn­ing­ur­in er so, um velj­a­r­in ikki heilt dugir at skilja støðuna – ella um tað er eitt velj­ar­a­ynski, at nøk­ur fá fólk skulu kunna ríka seg ov­ur­honds nógv upp av fólks­ins ogn. Og spurn­ing­ur­in er so eis­ini, um tað er eitt velj­ar­a­ynski, at tá hesi fólk so­leið­is kunnu ríka seg upp, so skulu tey sjálv­andi held­ur ong­an skatt rinda til fel­ags­kassan.
Støðan er í øllum førum gro­tesk.