Tá nú landið leggur øki út til kommunurnar, so má eitt javnt tænastustøði tryggjast kring landið so ella so. Um hetta ikki er møguligt, so eigur landið ikki at leggja nakað út til kommunurnar at umsita. Tankin um eina kommunala útjavningarskipan er ikki ókendur, og verða slíkar skipanir nýttar í fleiri av grannalondum okkara.
Allir borgarar í Føroyum hava krav upp á sama støði, tá tað kemur til almennar tænastur, og er hetta ein landspolitisk ábyrgd at tryggja hetta støði. Ein máti at gera hetta, er ein kommunal útjavningarskipan. Ein slík skipan vil altíð merkja, at tað eru summar kommunur sum fáa, og summar sum lata.
Talan er um eina solidariska skipan, sum burdi verið musikkur í oyrunum hjá flokkum við solidariskum stevnuskráum.
Tað er sjálvandi altíð lætt at argumentera við “hví skal eg gjalda fyri onnur” argumentum, men tað er ikki altíð tað lætta, sum er tað rætta. Til dømis er fólkagrundarlagið so ymiskt, og tað er ringt hja smáum kommunum at fáa økonomi í tænasturnar, meðan størri kommunur kunnu lata hesar tænastur, uttan nakran trupulleika.
Nú umboðar Heðin Mortensen Tórshavnar Kommunu, og sjónarringurin og ábyrgdarkenslan verða sjálvandi justerað hareftir. Landspolitikarar hava onnur atlit at taka, og kunnu tí ikki tilláta sær einans at taka atlit til ein einstakan part av landinum. Í einum máli sum ætlanin um eina kommunala útjavningarskipan, so krevst landspolitisk ábyrgd og ein hugsjón um javnað millum borgarar. Hesa hugsjón deila ikki allir politikarar, og m. a. tí hava vit ymiskar flokkar.
Sjónarmiðið hjá Heðin Mortensen, har eingin kommunal útjavning skal vera, er vælkent. Man kundi kanska ynskt sær eitt meira virðiligt og minni ekskluderandi sjónarmið frá borgarstjóranum í okkara høvuðsstaði, men at borgarar bara skulu gjalda fyri seg sjálvan og ikki fyri tey, ið hava minni orku, er eitt rættiliga útbreitt sjónarmið, sum Heðin Mortensen eftir øllum at døma umboðar – spurningurin er bara, hvønn flokk hetta sjonarmið umboðar.