Muslimska stjórnin í Karthoum hevur í áratíggju forfylgt kristna fólkinum í Darfour, sum av góðum grundum gjørdi uppreistur fyri nøkrum árum síðan. Eftir drúgvt borgarastríð, var at enda fingin friður í lag. Men hesin friður er viðbrekin, og framvegis er hungursneyð í landslutinum. Tað vardi leingi, áðrenn ST og stórveldini tóku sær um reiggj til tess at hjálpa neyðstædda fólkinum í Darfour. Sum altíð tá talan er um Afrika, eru stórveldini sein at reagera, men at enda kom gongd á hjálpararbeiðið. ST hevur saman við altjóða hjálparfelagskapum roynt at fáa mat og heilivág til illa sperda landslutin.
Dagurin í dag er av ST lýstur altjóða Darfourdagur at vera. Hetta er gjørt til tess at vekja áhuga heimsins fyri neyðini í hesum hart plágaða landsluti. Tiltøk av ymsum sløgum eru um allan heim í dag. Hesi tiltøk venda sær mest til almenningin og til hjálparfelagskapirnar. Støðan í Darfour er trupul av ymsum orsøkum. Ein orsøkin er, at stórveldini hava lagt seg út í viðurskiftini í Sudan. Kina er í so máta á odda og stuðlar harðrendu muslimsku einaræðistjórnini í Karthoum av fullum huga. Hetta merkir so aftur, at Kina ikki stuðlar hjálparbeiðinum, men heldur er tað tvørturímóti so, at stórveldið leggur út fótonglar fyri hesum arbeiði. Kina tekur sum kunnugt ikki mannarættindin so tungt og tí batar lítið at koma við humanitert grundaðum áheitanum á hetta land. Sum nevnt er dagur altjóða Darfourdagur, og okkara myndugleikar áttu at nýtt høvið at gjørt vart við, at eisini Føroyar taka altjóða humanitera ábyrgd.
Sosialurin










