ODDAGREIN: Hugsjónir til sølu

Hóast meirilutin hjá Kára P. Høj­gaard og løgmanni fyri privatu loysn­ini at gera tunnilin er tódn­aðu­r, so eru ráð fyri tí.

Meðan Javnaðarflokkurin og Tjóð­­veldi harðliga hava mælt í­­móti privatu loysnini og hava lagt fram upp­skot um at gera tunnilin í ein­­um almennum partafelag, so megna flokkarnir kanska ikki at bera sítt egna upp­s­kot í­gjøgnum politisku skip­­an­ina.

Tí hóast andstøðan ongan lok­al­pol­­it­­ikara hevur á Skálafjørðinum, so eru tað tveir lyklapersónar, sum um­boða Sandoynna. Og teir eru til sølu, um tað ber til at fáa sett gongd á Sand­­oy­­ar­­tunn­ilin. So kunnu hug­sjónir vera hugsjónir.
At målet helliger midlet – tað hevur størri týdn­ing fyri nógvar politikarar í hesum døgum. Tí tunnilin skal bara gerast, líka mikið hvat. Kári P. Højgaard hevur fleiri ferðir sagt, at verður hansara loysn ikki framd, so kemur eingin tunnil í bræði.

Um talan er um al­ment ella priv­at fel­ag, ella um brúk­ar­ar skulu gjalda milliardir í dansk­ar lummar, tað hevur eftir øllum at døma ikki pri­m­­era týdningin.

Men tað er vert at merkja sær, hvussu sárbærir politisku flokk­ar­nir eru. Í hes­um ak­tu­ella før­i­num er sjón fyri søgn, hvussu fullkomliga líka mik­ið tað er, um tingmenninir fyri Sand­oy­nna eru javnaðarmenn, tjóð­veld­is­menn, fólk­a­floksmenn ella okkurt fjórða. Allir eru til sølu, tá til skarp­skeringar kemur.

Og tað er ein stórur trupulleiki fyri flokkarnar – og tað skaðar trú­virði teirra grundleggjandi.

Jørgen Niclasen dugir sítt og kann vinda løgmann um lítla­fing­ur. Men at hann eisini fær vald á and­støð­u­flokk­u­num – og megnar at punk­tera bæði Aksel Johannsen og Høgna Hoydal, tað man vera pol­it­iskt handverk, sum vil nakað. Hann betalir gleðiliga 30 milliónir fyri at fáa Páll á Reynatúgv og Ger­hard Lognberg at atkvøða fyri ætl­anini hjá landsstýrinum at lata priv­ata felagið gera tunnilin, meðan landið samstundis bindur seg at gjalda Sando­y­art­unnilin – utt­an eitt klovið oyra í inntøku frá Skála­fjarð­ar­tunlinum.

Politiska virði og politiska styrkin hjá Høgna Hoydal og Aksel Johannsen lækkar og viknar. Teir hava ein stóran trupulleika, um flokkarnir góðtaka slíka framferð.
So er spurningurin, um vit síggja politiskt stórvask, ella um hugsjónarloysið heldur fram.