ODDAGREIN: Hugsa mest og best um egnan búk

Tað er hugaligt at síggja, at okk­urt veru­liga er við at henda á pen­sjóns­øk­i­num – at vit nú loks­ins fáa ein pen­sjóns­re­form, sum kann rudda upp í tí ó­skili, sum vald­ar á pen­sjóns­øki­num, har so stór­ur og so grov­ur stættarmunur valdar.
Nú verður sagt, at vit øll skulu gjalda 15 pro­sent í eft­ir­løn. Tey lægst­løntu fara at fáa størsta vinn­ing­in, verð­ur sagt, með­an tey væl­bjarg­aðu skulu lata nak­að av sín­um fram­í­hjá­rætt­ind­um.

Tað, sum hevur týdning er sjálv­andi, at vit fáa eina skip­an, sum tryggj­ar væl­ferð­ina hjá pen­sjón­ist­um í fram­tíð­ini, og eina skip­an, sum ar­beið­andi fólk­ið megn­ar at gjalda. Tað var Hans Pauli Strøm, ting­mað­ur Javn­að­ar­floks­ins, sum legði dent á, at við re­form­i­num vinna tey lág­løntu mest. Hann vísti á, at inn­tøk­u­grund­ar­lag­ið hjá veik­um pen­sjón­ist­um verð­ur styrkt, at mis­røkta fólk­a­pen­sjón­in verð­ur styrkt og dag­førd, at mót­rokn­ing verð­ur mink­að, at skatta­fíggj­að­ur fyr­i­mun­ur hjá kap­it­al­pen­sjón­ist­um verð­ur tik­in av, og at sam­halds­festi í saml­aðu pen­sjóns­skip­an­ini verð­ur styrkt.

Okkurt bendir á, at Hans Pauli Strøm hev­ur ser­liga ringt eyga á kap­i­tal­pen­sjón­ini. Og rætt kann hann hava í tí. Hann tos­ar um, at »fi­dus­ur­in er, at tey væl­bjarg­aðu hava fing­ið hin­ar skatt­gjald­ar­ar­nar at gjalda ein stór­an part av teirra pen­sjón, tí tey hava fing­ið ein skatt­a­frá­drátt«. Hann sig­ur, at skatt­a­fíggj­aði fram­í­hjá­rætt­ind­ini hjá væl­bjarg­að­um skulu burt­ur, og so­leið­is fáa lág­inn­tøk­ur­nar mest burt­ur úr nýggju skip­an­ini.

Sera á­huga­vert og góð­ur javn­að­ar­pol­i­tikk­ur. Men Hans Pauli Strøm og øll hini í løg­ting­i­num gloyma teir all­ar mest væl­bjarg­aðu pen­sjón­ist­ar­nar, sum eru tey sjálvi. Nú er tað løg­ting­ið, sum smíð­ar lóg­ir. Og eft­ir at full­veld­is­lands­stýr­ið tók við í 1998 kom løg­ting­ið til ta nið­ur­støðu, at løn­ir­nar hjá pol­it­ik­ar­um skuldu hækk­ast mun­andi og som­u­leið­is pen­sjón­ir­nar.

Með­an van­lig fólk skulu brúka eitt heilt lív til at vinna sær eina pen­sjón, so tek­ur tað bara átta ár hjá einum lands­stýr­is­fólki og 16 ár hjá ein­um ting­fólki at vinna sær fulla feita pen­sjón. Í á­vís­um før­um kunnu tey eisini fara upp á pen­sjón, tá tey eru 60 ár. Tey fáa tæn­ast­u­mann­a­pen­sjón. Tað merkir, at tað eru Pall­i­ba og Mar­sanna, sum gjalda pen­sjóns­gjald­ið. Og tað er høgt: Fyri ting­fólk ligg­ur tað um 25.000 krón­ur um mán­að­in og fyri lands­stýr­is­fólk um 75.000 krón­ur um mán­að­in. Altso skuldu tey gold­ið sína pen­sjón sjálvi - eins og tey nú ætla at vit øll onn­ur skulu – so skuldu hesi tøl leggjast oman á løn­ina hvønn mán­að fyri at fíggja teirra pensjón.

Altso: Politikarar hugsa fyrst og fremst um seg sjálvan. Tá javnast skal - og javn­ast skal nið­ur­eft­ir, so spæla pol­­i­t­ik­­a­r­ar­nir ikki sjálv­ir við, tá eru tað bara hini, sum skulu vera sam­halds­­føst. Ei undur í, at fólk troyttast av sjálv­feitum politikarum...