Røðarin nevndi nøkur áhugaverd dømi um ótroyttar møguleikar og tók fram niðurløgdu radarstøðina á Sornfelli, sum kundi verið nýtt sum ein upplivingardepil til almenningin og vitjandi uttanifrá. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til framsýningar bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur og sagnir úr Føroyum, umframt konsertir, fundir, skeiðvirksemi – kanska eitt kaldakrígssavn, sum kundi vakt altjóða áhuga – og so gjørt matstovu uppi í kuplunum við útsýni yvir allar Føroyar – fjallatoppar so langt eygað røkkur góðar dagar. Hetta er eitt frálíkt hugskot, sum myndugleikarnir eiga at taka í størsta álvara.
Elin Heinesen nevndi, at okkara landafrøðiliga staðseting úti í havinum ger, at Føroyar eru millum vátastu lond í heiminum. Men, helt hon fram, júst vatnið, sum vit hava í so ríkiligum mongdum í Føroyum, kann kanska vísa seg at vera eitt tað størsta virðið, vit hava. Tí tað er uttan iva her – í ráligu náttúruni við vatninum og klettinum í ævigum hornatøkum – at fascinatiónskraftin hjá okkum liggur allarmest – í øllum førum fyri tey, ið liva í turrari londum. Elin Heinesen minti á, at fyri ferðafólk kunnu Føroyar gerast eitt ævintýrland – The Magical Misty Fairy Islands – har menniskjuni hava leitað saman í dølum og lagdum niðri við sjóvarmálan í íheimligum, litríkum, heitum húsum, ið veita lívd og vernd móti náttúruni, sum leikar í uttanfyri. Tey trívast her, tí tey vita, at líka so vill og rá náttúran kann vera, líka so mild og blíð er hon, tá vindurin leggur seg og sólin kemur fram. Samantikið ein sera hugvekjandi røða, sum má geva okkum øllum nakað at hugsa um og hartil bæði kann vera eitt íkast til orðaskiftið og til íblástur hjá myndugleikum og einstaklingum ikki minst ungdóminum.
Sosialurin???