Oddagrein·Áhugavert tiltak

Í hesum døgum er stór altjóða fiskarímessa í Runavík. Talan er um føroyskar og útlendskar framleiðarar av útgerð til alivinnu og fiskivinnuna, sum sýna førur sínar fram. Haraftrat verða fyrilestrar hildnir um ali- og fiskivinnuspurningar

 


Neyvan nakrantíð áður hava føroyingar dittað sær undir eitt so stórt tiltak, har hundraðtals útlendingar og túsundtals føroyingar eru við so ella so. At hetta tiltak so eisini verður fyriskipað uttan fyri Havnina má eisini sigast at vera nakað nýtt og eitt rættiliga djarvt stig. Tí vanliga verða so stór tiltøk bara fyriskipað í høvuðstaðnum. Tí eiga fyrireikararnir bæði rós og tøkk uppiborna fyri at hava torað at fara út um Havnina við einum so stórum og álvarssomum tiltaki. Hetta siga vit, tí tað má ikki vera ein sjálvfylgja og ein fyritreyt fyri slíkum virksemi her á landi, at alt skal liggja og ganga út frá høvuðsstaðnum.


Nettupp í hesi tíð har roynt verður at fokusera á øki uttan fyri Havnina kemur slík fiskivinnumessa væl við. Við hesum hava norðingar og vágafólk stytri at fara, enn um tiltakið varð í høvuðsstaðnum. Tað er so ein partur. Hin parturin er tað skilagóða í, at vit í Føroyum eisini sjálvir taka stig til stórar messur og ráðstevnur. Oljubólkurin hjá Vinnuhúsinum gekk á odda í so máta og tók stig til fyrstu stóru oljuráðstevnuna í Føroyum. Sjálvandi skulu vit hava okkara egnu vinnumessur og ráðstevnur og sjálvandi skulu vit royna at fáa útlendingar til Føroya. Tað kann so hava tvífalt vinning við sær við tað at vit á henda hátt lata tey fremmandu síggja, hvussu vakur og serstakt land og náttúra okkara er. So messufyrireikararnir skulu vita, at teir við hesum eisini eru við til at marknaðarføra Føroya sum ferðamannaland.


Men fokus er sjálvandi sett á viðurskifti, sum hava tilknýti til báðar høvuðsvinnunarnar, fiskivinnuna og alivinnuna. Og her vita vit, at føroyingar standa sera frammaliga. Onkur bagir hvørki hugflognum, dirvinum og evnunum sjálvir at vilja skapa nakað. Hetta er styrki okkara sum lítil tjóð, og tí kann umrødda messa bara vera við til at stuðla uppundir høvuðsvinnurnar. Tað skal vera vón okkara, at tiltakið fer at eydnast væl og at hetta bert er byrjanin. Við hesum eiga vit eisini at takka fólkunum á Menningarstovuni fyri teirra áhaldandi og treiskna arbeiði at fáa føroyskar framleiðarar o.a. við á messur í útlandinum. Nakað, sum saman við tiltakinum í Runavík, hevur eins stóran týdning fyri okkum øll.


Sosialurin