Oddagrein· Áhugavert alternativ

Tað hevur verið ført fram í pressuni, at valstríðið er tamt og uttan nakað serligt innihald. Hesum eru vit ikki samd í. Vit halda, at nógv nýtt og mangan áhugavert er komið fram í valstríðnum. Flokkar hava broytt ideologiska kós og royna seg á økjum, har teir áður hildu seg langt burtur. Eisini má ásannast, at ideologisku vøtnini hava skilt seg meira enn vanligt hevur verið í føroyskum valstríðum.

Vit kunnu nevna sum dømi, at átrúnaðarligir og etiskir spurningar eru komin inn. Um hetta hevur hækkað støðið er ivasamt, men hinvegin er jú talan um spurningar, sum vit ikki sleppa undan at taka støðu til. Vit loyva okkum at halda, at flestu flokkar uttan Miðflokkurin hava taklað hesar spurningar við tí álvara, sum hesir spurningar hava uppiborið. Hinvegin slepst illa undan varhuganum av, at Miðflokkurin hevur havt lyndi til at taka sær patent uppá etisk og átrúnaðarlig virði, sum vit øll deila, men sum vit ikki bera uttan á okkum.

Javnaðarflokkurin hevur borið nøkur áhugavert hugskot fram undir valstríðnum. Eitt nú hevur flokkurin lovað at gera nakað við fólkaheilsuna og í hesum sambandi at seta inn, har tað munar mest, nevniliga hjá børnunum. Til tess at tryggja at øll børn fáa heilsugóðan kost og ikki bara búkfyllu, skullu øll børn fáa eina sunna og góða máltíð í skúlanum. Hartil skulu øll dagliga fáa mjólk í skúlunum. Skúlamatur er vanligur í øllum okkara grannalondum og har hevur ein sera góðar royndir við hesum tiltaki. Hetta eigur avgjørt at verða roynt her hjá okkum eisini. Tað, sum hetta kostar, kemur fleiri ferð afur við betri heilsu seinni í lívinum. Eisini er hetta etiskt og menniskjansligt rætt og neyðugt. Tá samfelagið pressar foreldrini so hart, sum nú verður gjørt, hevur samfelagið skyldu at hjálpa børnum eins og foreldrum. Vónandi fara allir flokkar at taka undir við hesum.

Eitt huskot, sum snýr seg um nakað heilt annað, er uppskotið um eina strategi fyri vinnu- og búskaparpolitikkinum og í hesum høpi uppskotið um ein fiskidagabanka. Hetta er eitt sera áhugavert uppskot, ið kann tryggja ungum og nýggjum kreftum møguleikar at sleppa framat í fiskivinnuni og hetta kann tryggja stabilar karmar um vinnuna sum heild. Eitt er at fara inn við studningi sum í gomlum døgum, annað er at sita hendur í favn, meðan alt rapar og arbeiðsloysið aftur fer at herja landið. Javnaðarflokkurin hevur eitt triðja boð, eina vinnulívstrategi, sum kann fyribyrgja, at vit aftur enda í tí stórkreppu, sum vit nú tíverri stevna beint í móti, uttan at nakar rættir hond frá síðu.

Politikkur Javnaðarflokksins er tískil eitt sera áhugavert alternativ til tann politikk, ið hevur verið rikin seinastu fimm-seks árini. Hesin politikkur hevur alt samfelagið sum mál og ikki bert ein part av samfelagnum. Hesin politikkur miðar í móti eini tjóðskaparligari semju, samstundis sum vælferðarsamfelagið verður varðveitt og útbygt. Hetta er eitt áhugavert alternativ til ein politikk, sum hevur elvt til, at vit hava rent okkum føst á fleiri týðandi samfelagsøkjum. Men alstóran týdning hevur tað at fáa virðingina fyri hvørjum øðrum og samstarvið inn í aftur politikkin. Bert við teimum byggja vit land.

Sosialurin