Oddagrein· Hevur savnað og givið íblástur!

Spælimenninir. Landsfundirnir hjá Fiskimannafelagnum. Grand
Prix-tónleikakappingin. Politiskir landsfundir. Filmsfelagið Klipp.
Barnadansur.... Vit kundu hildið fram, men vit steðga við barnadansinum,
og spyrja, hvat nevndu tiltøk hava í felag? Jú, Norðurlandahúsið, sum í
dag er 20 ára gamalt.

Annað kunnu vit ikki siga, enn at Norðurlandahúsið hevur havt stóran
týdning fyri føroyskt felagslív og føroyska og norðurlendska mentan
yvirhøvur. Sigast kann, at Norðurlandahúsið hevur verið ein
norðurlendskur sýnisgluggi, hóast tann norðurlendska skráin tykist hava
verið minni í seinri árum.

So kunnu vit spyrja, um Norðurlandahúsið hevur verið ein sýnisgluggi
fyri føroyska mentan, lív og virki úteftir? Óivað kunnu vit siga, at
Norðurlandahúsið er ein sambindingarliður við hini Norðurlondini. Men
spurningurin er, um leikluturin ikki kundi verið størri í so máta?

Hinvegin leggja nógvir norðurlendingar - og útlendingar sum heild -
leiðina fram við Norðurlandahúsinum. Ikki minst í summarmánaðunum, og tá
hevur tað týdning, at okkurt áhugavert og forvitnisligt er at síggja.
T.d. ein listaframsýnin, ein frímerkjaframsýning ella okkurt heilt
annað. Men tykist hugflogið skorta viðhvørt. Ein kaffimuður er góður,
men í sjálvum sær er húsið ikki eitt vitjunarmál í sjálvum sær.

Føðingardagsbarnið eitur Norðurlandahúsið í Føroyum. Hetta er óivað fyri
at staðfesta, at tiltøk skulu ikki bara vera í sjálvum húsinum, men at
virksemið í húsinum eisini skal síggjast ella hoyrast úr Sumba norður
til Hattarvíkar. Um tað er eydnast, er torført at meta um. Fyri tey bæði
ella øll fimm, sum kanska eru komin til at hoyra ein floytuspælara ella
ein violinsnilling, er konsertin eitt stórt upplivilsi - og so er
endamálið jú rokkið!

Summi hava lyndi at halda hánt um norðurlendskt samstarv og siga, at tað
er bara fjant og fjas. Men Norðurlandahúsið er eitt gott dømi um, hvussu
gott og fruktargott norðurlendska samstarvið er og kann vera. Sum heild
kunnu vit siga, at Norðurlandahúsið í Føroyum hevur givið nógvum av
okkum góðar løtur. Góð og rík upplivilsi. Tað hevur verið mennandi fyri
føroyskt andslív og hevur givið mongum føroyingi royndir og avbjóðingar.
Norðurlandahúsið kom sum eitt frískligt várlot, sum framvegis kýnir
oyggjarnar.

Sosialurin