Og tað er av sonnum ein stórur dagur hjá hesum smáu - nú heimurin liggur opin fyri føtur teirra. Tey hugsa ikki um sparingar á skúlaøkinum, um samanlagdar flokkar og burturspardar tímar. Nei, hesir trupulleikar eru ikki teirra - og teir verða heldur ikki teirra enn á sinni. Nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið, eitt tíggjuáraskeið, har tey skulu nema sær kunnleika til víðari lívsleið sína.
628 næmingar eru næstan hundrað færri enn í fjør, tá 725 fóru í skúla á fyrsta sinni. Hóast burðartølini ikki á hvørjum ári eru tey somu, so er tað altíð hugaligari, tá talið veksur, enn tá tað minkar.
Hóast hesi 628 børnini byrja í skúlum kring alt landið, so fer næstan helmingurin, 297 ella 47,3 prosent av teimum í kommunalu skúlarnar í Havn, og um vit telja teir næmingar við eisini, sum fara í teir báðar privatu skúlarnar, Frískúlan við Hoyvíkstjørn (Adventistaskúlan) og Frískúlan á Velbastað, so man fara at líða væl, at helmingurin av nýggju skúlabørnunum búgva í Tórshavnar kommunu. Talið av børnum, sum bryja í Tórshavnar kommunu er eisini lækkað nakað í mun til í fjør, tá talið var 306. Men talið er lutvíst hækkað, tí meðan tey í fjør vóru 42 prosent, so eru tey í ár 47 prosent.
Samstundis sum skúlarnir byrja aftur, so fer ferðslan á vegunum - og ikki minst á skúlavegunum - aftur at økjast. Hetta eiga vit øll, sum ferðast í ferðsluni at hava í huga - og geva serligt gætur. Hesi smáu eru ikki von við skúlavegirnar, og kenna av góðum grundum ikki nóg væl vandarnar í ferðsluni.
Tilsamans 6865 næmingar ganga nú í føroyska fólkaskúlanum. Síðsta skúlaár var talið 6920 og árið fyri 7061.
Hjá børnum og foreldrum er fyrsti skúladagur eitt av størstu vegamótum í lívinum. Á hvørjum ári senda vit hundraðtals av hesum smáu fittu børnunum út í skúlarnar við gyltum vónum um, at tey fáa eina góða skúlagongd við nógvum góðum upplivingum.
Skúlin skal vera eitt gott stað at vera, tí her fáa børnini og ungdómurin sítt mentanarliga og menniskjansliga kjølfesti, sum tey skulu víðari í lívinum við. Tí ynskja vit lærarum og børnum bestu ynski um eitt gott skúlaár.