Oddagrein· Heilsupolitiskt framstig

Í dag kemur nýggja roykilógin í gildi. Lógin tryggjar øllum rættin til roykfrítt umhvørvi innandura.

Hetta merkir, at ikki er longur loyvt at roykja innandura á almennum støðum m.a. matstovum, dansi- og skeinkistøðum, almennum og privatum arbeiðsplássum, skúlum, hallum, dagstovnum, dagrøktum og støðum annars, har almenningurin hevur atgongd. Tað man nú vera almenn semja um, at royking so væl sum passiv royking er heilsuskaðilig. Vísindaligar rannsóknir hava fyri langari tíð síðan víst, at royking ikki bert er krabbameinselvandi, men at royking eisini er orsøk til nógvar aðrar sjúkur og vánaligan trivnað. Tað er sera umráðandi at verja børn móti skaðiligari ávirkan frá royking, og tí mugu vit geva landsstýrismanninum í heilsumálum rætt, tá hann lýsir roykilógina sum eitt stórt fólkaheilsupolitiskt framstig, og eitt stig á leiðini at tryggja øllum føroyingum eitt heilsubetri lív. ?Lógin er tó ikki heilt fundamentalistisk og loyvt verður í heilt serligum førum at gera undantøk frá roykiforboðnum. Her verður serstakliga hugsað um pláss, sum eru privatur bústaður og arbeiðspláss, t.d. á ellis- og røktarheimum. Tað verður ikki loyvt at lýsa við tubbaksvørum ei heldur at lata tubbaksvørur sýna fram á sjónligum støðum í handlum. Hetta er gott og man hava breiða undirtøku í fólkinum.

 

Tað fara altíð at vera ymsar meiningar um, hvat gagnar mest forboð ella upplýsing. Her hava okkara myndugleikar so valt forboðsleiðina eins og yvirhøvur er gjørt í Noðurlondum og í Bretlandi. Vit skilja væl, at henda loysn er vald, men vit loyva okkum samstundis at gera vart við, at forboð einsamalt er ikki nóg mikið í hesum føri. Her skal annað og meira til, um heilsupolitiska málið, nevniliga at minka um roykingina og harnæst, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2000 og seinni, skulu verða roykfríir, skal røkkast. Her skulu eisini gerast vælfyrireikað átøk í dagstovnum, í fólkaskúla og í miðnámsskúlunum. Hetta krevur neyvt samstarv millum ymsar myndugleikar eitt nú Mentamálaráðið, Almanna- og heilsumálaráðið og kommunurnar. Sostatt restar enn tað stóra takið í hesum máli. Hesi átøk skulu fyrireikast her og nú. Løgting og landsstýri mugu vísa vilja til at játta tað, sum hesi átøk fara at kosta. Neyðug játtan er heilt einfalt fortreytin fyri, at hetta stórfingna heilsupolitiska átak skal eydnast. Hepnast hesi átøk ikki, so er lítið gagn í eini forboðslóg.

Sosialurin.