Vit uppliva tað ferð eftir ferð, at Búskaparráðið kemur við slíkum tilmælum, men politikararnir lurta ikki, tí teir vita altíð betur, og so stendur alt bara í stað, og einki hendir.
Búskaparráðið, sum legði fram várfrágreiðing sína í morgun, vísir á, at burðardyggari fiskiveiða gevur fiskivinnuni støðugari inntøkugrundarlag og skapar vøkstur. Ráðið vísir eisini á, at politisk regulering seinastu 15 árini hevur elvt til eitt alt ov stórt veiðitrýst, og at hetta beinleiðis kann føra til, at vit ongan búskaparvøkstur fáa.
Slíkur boðskapur er sera álvarsamur – og um politiska skipanin ikki tekur slíkt fyri fult, so gevur tað als onga meining at seta eitt búskaparráð at arbeiða við slíkum, tí hvat er tá endamálið, um politikarar í heilum skjóta alt niðuraftur?
Ráðið vísir eisini á, at treytin fyri, at positivum teknini í búskapinum skulu halda fram er, at vit mugu rætta álvarsligu skeivleikarnar í fiskiveiðuni beinanvegin: Og vit kunnu ikki annað enn geva ráðnum rætt, at tað er búskaparliga óforsvarligt at lata politikarar upp á gjøt tilluta fiskiloyvi og áseta fiskidagar eftir egnum høvdi. Ráðið vísir á, at seinastu 15 árini hevur veiðitrýstið verið umleið 50-70% hægri enn tað, ið hevði givið mest búskaparliga og lívfrøðiliga, og hetta hevur eitt nú ført til, at tilsamans hava fiskatilvirking og fiskiveiða eftir botnfiski undir Føroyum at kalla ikki havt avlop seianstu 10 árini.
Trupulleikin er, at Fólkaflokkurin vil ikki flyta seg, og at Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin tora ikki at reka fiskivinnupolitikk uttan um Fólkaflokkin, sum hevur havt buktina og báðar endarnar nú í mannaminni. Vit kunnu so bara vóna, at gløgg politisk høvd finna saman at skipa næstu stjórn, sum tora at avmarka leiklutin hjá politikarum til meira yvirskipað viðurskifti. So kundu politikarar tikið við ráðum um óhefta regulering av fiskiveiðuni, um at strika almenna stuðul til fiskivinnuna, um at leggja tilfeingisgjald á, strika forðingar fyri fríari tillaging í fiskivinnuni, um at selja fiskiloyvi á uppboði – og at selja nýggj rættindi í føroyskum sjógvi á uppboði.









