Hennara hjartamál var miðjan ella nettupp hjartað í hesum føroyska stórbýnum. Fleiri fólk og fleiri tilboð krevja eisini ein størri og betri miðbý. Tí er umráðandi, at vit taka okkum saman og skapa ein bý við einari rættari miðju segði hon og heitti á øll mentað fólk at taka býarumhvørvið meira við í tjakið um mentan og at hjálpa Havnini at finna seg sjálva.
Hugleiðingarnar eru áhugaverdar, tí tær eru ørðvisi enn tað vit vanliga hoyra og síggja á prenti. Her verður nettupp roynt at fara heilt inn til hjartarótina, har spírarnir verða lagdir til menning av býnum.
Vit hava í blaðnum fyri nøkrum árum síðani nomið við tann partin av hugleiðingunum, ið snýr seg um grønu økini og parkir. Í dag eru grøn øki, sum eru tilgeingilig fyri almenningin, ein mangulvøra. Tó so. Tey finnat men eru ikki almenn. Tvs. at borgararnir í Havnini og øll tey, sum vitja her, sleppa ikki at njóta grøna landslagið, sum vitturligt finst serstakliga í miðbýnum. Hesir grønu vidundurblettir eru so væl fjaldir av høgum grótgørðum, at teir minna meira um fongsulsgarðar, nakað loyniligt og duldarfult, og tí er nakað, sum flestu fólk ongantíð hava sæð ella upplivað.
Ikki bert høgu garðarnir eru ein forðing. Eisini eigaraviðurskiftini. Men tað mátti borið til at "brotið niður" hesar garðar, les forðingar. Taka vit Boisensgarð, sum er ein perla í miðbýðarhjartanum, so er tað ein almennur grunnur, ið umsitur hann. Vildi tað ikki verið eitt hugskot at latið hann upp fyri almenninginum, so vit øll kundu notið angan av blómum og græsi og fingið eitt sjónligt upplivilsi av aðrari verð! Og leita vit hinumegin Áarvegin, hevja har seg aftur høgir og trøllalíknandi garðar. Men innan fyri ? hinumegin - finna vit einki minni enn paradíslíknandi urtagarðar ella parkir. Vit hugsa um teir tríggjar urtagarðarnar hjá statinum, Amtmansgarðin og grannagarðarnar hjá Fúta og Dómara. Urtagarðar, sum flestu føroyingar ongantíð hava upplivað.
Væl vitandi at hetta er ogn hjá øðrum, so er dialogurin okkara alra ogn. Møguleikin at seta ynski fram og umrøða tey. Aftanfyri hesi ynski kunnu goyma seg góðar vissiónir. Hví ikki við konstruktivum dialogi geva hesum vissiónum kjøt og blóð. Gera tær livandi. Tórshavnar Kommuna kundi í tráð við hugleiðingarnar hjá forkvinnuni í Mentamálanevndini tikið upp samráðingar við danska statin um at yvirtikið hesar urtagarðar og síðani gjørt teir alment tilgongiligar. Bygt "brýr" millum teir og gjørt teir til eina samanhangandi miðbýarpark. Tað hevði pumpað nýtt og frískt blóð inn í sjálvt býarhjartað. Hví skulu borgararnir í einum býi, sum hava so lítla atgongd til grøn pláss, ikki fáa møguleikan at brúka og njóta hesar urtagarðar, sum so fá hava gleði av! Vit fara at heita á komandi ríkisumboð um at vísa hesum máli størstu vælvild, um so er at myndugleikarnir koma við eini áheitan um at lata portrini upp. Boðskapurin mentanarnáttina var m.a., at vit skulu hjálpa Havnini at finna seg sjálva. Vit vilja fegin vera við til at hjálpa. Tí hetta uppskot um at fáa dial og við Statin um at kunna lata urtagarðarnar við Áarvegin upp fyri almenninginum ? at skipa teir sum eina samanhangandi park.
Sosialurin