ODDAGREIN: Havið í fokus

Sjómannadagur, Galathea og Utnorðursráð. Hvat hava hesi fyribrigdi við hvørtannað at gera? Jú, alt snýr seg í vikuskiftið um havið. Í Klaksvík eru sjómannadagar, har nógv, sum hevur við havið at gera, er í miðdeplinum. Sjómannadagur fevnir um fiskivinnuráðstevnu, mentan, tiltøk fyri børn, kappingar í ymsiskum sjómannaførleikum og gott undirhald. Hetta er eitt frálíkt tiltak, vit liva av havinum og tað er tí upplagt at halda stevnu, har havið, havsins lív og sjómenn okkara eru í fokus. Hetta er sera gott og stigtakarar og fyrireikarar eiga mikið rós uppiboriðfyri tiltakið, sum fyri alt tað er nógv meira fjølbroytt enn seinast.

Galathea 3 er ein donsk havrannsóknarferð, sum fevnir um øll høv. Eins og hinar undanfarnu rannsóknarferðir leggur rannskóknarskipið leiðina um Norðurhøv og byrjar ferðina í Føroyum. Hetta er eitt sera áhugavert tiltak, ið uttan iva fer at hava stóran týdning fyri vitan okkara um havdýpini víða um knøttin. Eitt endamálið við ferðini tykist verða at skapa vælvild millum børn og ung fyri náttúruvísindum, ið hava sera lítlan áhuga millum børn og ung í nútímanssamfelagnum. Alt gott um tað. Bert spell at føroyska havrannsóknarumhvørvið, ið er eitt hitt fremsta í heiminum ikki er partur av hesari ferðini.

Um vikuskiftið hevur Útnorðursráðið ársfund sín í Føroyum. Í sambandi við ársfundin verður hildin stórfingin vísindalig ráðstevna. Á hesi ráðstevnu eru veðurlagsbroytingar í fokus og í hesum sambandi eru fleiri fyrilestrar um havið og havumhvørvið. Fyrilestrarhaldarar eru mæstastu granskarar úr Norðurlondum, og øll eiga at fegnast um, at okkara granskarar ikki smæast burtur í hesum úrvalsliðið. Alt hetta: sjómannadagur, Galathea og veðurlagsráðstevnan hjá Útnorðursráðnum - so ymisk annars - eru prógv um, hvussu ómetaliga stóran týdning, ið havið hevur fyri okkum og fyri alla mannaættina.