Tað er givið, at valstríðið hevur gjørt sítt til, at útfallið bleiv, sum tað bleiv. Sambandsflokkurin hevði ikki tað besta valstríðið, og spurningurin er so, um hetta kann fáa avleiðingar fyri formannin í Sambandsflokkinum. Spurnartekin kann í hesum sambandi setast við, hvussu sunn yvireksponeringin av floksformonnum er í fjølmiðlunum í dag, i mun til fyrr.
Tjóðveldisflokkurin fekk ein góðan endaspurt, og vísir hetta, at flokkurin og formaður floksins duga væl at markera seg í samband við eitt valstríð. Spurnartekin kann tó setast við, hvussu reell partur av valskránni hjá hesum flokki var, tá hon undirstrikaði, hvussu væl stóð til fíggjarliga í Føroyum, og hvussu vøksturin í búskapinum var ein funktión av fullveldisætlanunum. Tað vit kunnu staðfesta við valúrslitinum er, at antin trýr ein stórur partur av veljarnum ikki uppá, hvussu hættislig búskaparliga støðan í Føroyum er, ella trýr ein stórur partur av veljarnum, at vánaliga støðan í alivinnuni, rækjuvinnuni, flakavinnuni og potentielt eisini ferðavinnuni, ikki fer at ávirka tey.
Onkrar persónsútskiftingar hava verið, men ikki so nógvar kortini. Løgið sum søgan kann endurtaka seg. Ein tann ? í samtíðini væl at merkja ? populerasti fíggjarmálaraðharrin sum Tjóðveldisflokkurin hevur átt var Jóngerð Purkhús. Hon fekk eitt rimmarval í 1988 eftir, at hon sambært sínum egna flokki hevði latið eftir seg ein landskassa, ið var so fullur av pengum, at lokið ikki fekst aftur. Vit vita, hvussu bleiv við tí. Við hetta valið fekk Karsten Hansen eitt rimmarval og avloysti Heina O. Heinesen, eftir at flokkur hansara við rættiliga líkum orðavali, sum í 1988, pástendur hvussu væl fráfarin landskassin er.
Hetta valið snúði seg ov lítið um búskapin, hóast onkur flokkur royndi at gera nakað burturúr hesum. Búskaparpolitikkur kemur sjáldan veruliga á skránna, fyrr enn búskaparligu brotasjógavarnir hava rakt. Okkara vón er, at komandi samgonga skalkar lúkurnar, áðrenn hesir sjógvar raka. Sum nú er stendur alt víðopið.
Valskipanin hevði havt gott av einari justering, tí tað kann ikki verða rætt, at triðstørsti flokkur í atkvøðum verður størstur á tingi. Kanska er hetta tíðin til at taka uppaftur kjakið um eitt valdømi.
Samgongumøguleikar fara vit at tríva aftur í. Sum er, tykist alt verða opið, og liggja nakrir spennandi dagar fyri framman ikki minst tí Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkkurin ikki á sama haátt sum eftir undanfarnu val kunnu velja og vraka ímmillum, hvørjar aðrar flokkar teir vilja fara í samgongu við. Sum sagt í SVF týskvøldið, so er hesin aksin, sum hevur verið nevndur tann stjórnarberandi, ikki so sterkur longur.
Sosialurin