Vit hava fleiri ferðir víst á tað skitsofrena við Miðflokkinum, at Karsten Hansen gongur runt og heldur, at hann framvegis er tjóðveldismaður, meðan Jenis av Rana er so sambandssinnaður, at hann heldur, at danska stjórnin eigur at geva okkum 54 milliardir í ríkisstuðuli aftur fyri gjald frá Nato, sum Jenis sigur, at stjórnin hevur fingið fyri støðina í Mjørkadali.
Men í blaðnum í dag ger Bill Justinussen greitt, at meðan Jenis av Rana er sosialistur, so er Bill Justinussen borgarligur. Hetta vísir ein flokk í dupultari tvístøðu: Teir tríggir menninir, sum mynda flokkin, eru til høgru og vinstru og til loysing og samband – men í felag siga teir seg halda seg til Halgubók.
Men í grundini er tað kanska ikki so løgið, tá ein politiskur flokkur byggir sítt grundarlag á tað, sum hann tulkar úr Bíbliuni. Tað er rættiliga trupult hjá ávísum politiskum hugsjónum at »ognartaka« Bíbliuna og rættin til at definera tað, sum í henni stendur, hóast nógv hava roynt hetta gjøgnum tíðirnar. Eingin flokkur í Føroyum er betur enn nakar annar í so máta, heldur ikki Miðflokkurin, tó at hann brúkar Bíbliuna í sínum skjaldramerki. Vit skulu minnast til, at tað snýr seg ikki um at siga, hvussu góður og gudrøkin tú sjálvur ert. Tað hevur nógv størri týdning, at tú vísir tað í verki. Tí fær ein »kristiligur« flokkur í eini politiskari skipan trupulleikar, tá hann fær ábyrgd og skal vísa sítt virði í gerðum – serliga tá orð og gerðir ikki sampakka, sum hjá Miðflokkinum.
Og størstu skommina í so máta eigur Jenis av Rana í hesum døgum, nú hann er trygdin fyri, at hann og øll hini 17 í samgonguni traðka á »tey á teimum niðastu rókunum«, sum hann segði seg í valstríðnum verja. Nú hevur Jenis tann trupulleika, at hann hevur verið óreiðiligur í valstríðnum. Tær »níðingsgerðir«, sum hann hevur lagt aðrar flokkar undir at gera, eitt nú ABC flokkarnar við skattalættanum í fyrru ABC-samgonguni, tað er hann nú sjálvur trygdin fyri.
Tolir religøsa samvitskan hjá Jenis av Rana slíka politiska rangsnúgvan – at lumpa tey á »niðastu rókunum«, so ber tað boð um, at ofta býr fals undir fríum skinni.
Í politikki ber alt til. Men reiðiligast er at leggja Halgubók frá sær, tá man fremur politiskan óreiðinskap. Fyri tað um tú ikki sýnir veljaranum virði, so kanst tú vísa Halgubók virði...










